Javnleikur 3-3 forðar grøna orkuskiftinum
At man frá byrjan valdi at seta eitt líkatal heldur enn eitt ólíkatal av limum í arbeiðsbólkin at finna ein leist til, hvussu grønar vindmyllulundir hjá vinnufyritøkum kunnu knýtast í SEV-elkervið, er eftir øllum at døma orsøkin til, at arbeiðsbólkurin er handlingslamin, tá tað kemur til at loyva vinnufyritøkum at framleiða grøna orku. Ein avleiðing av tí verður, at framleiðslan av lýsi og mjøli hjá Bakkafrosti/Havsbrún helst má fara fram uttanlands framyvir.
Mong munnu tey vera, ið undrast á, hví tað gongur so spakuliga við grøna orkuskiftinum í Føroyum. Tá ið ein hugsar um, hvussu drúgv tíð er fráliðin, hava tey, sum arbeiða við orkuskiftinum, havt nógv góða tíð til arbeiðið, at vit í dag helst áttu at verið nærri endanum enn byrjanini av umleggingini til grøna orku. Orsøkirnar til, at so lítið er hent, eru sjálvsagt fleiri. Eitt nú settu SEV, Kommunufelagið og Landsstýrið ein arbeiðsbólk á vári í 2022. Men í gjár bar Kringvarpið, sum hevur fingið alment innlit, tíðindi, ið vísa, at ein orsøk til, at tað gongur so striltið, helst er so lágpraktisk sum, at man hevur sett eitt líkatal (2, 4, 6 ...) av limum í arbeiðsbólkin heldur enn eitt staktal (3, 5, 7 ...).
Tí teir 3 limirnir, sum umboðaðu landsmyndugleikarnar, vildu geva vinnuni grønt ljós til at framleiða grøna orku, meðan teir 3 limirnir, sum umboðaðu Kommunufelagið, stillaðu seg ímóti. Harvið stóð 3-3 ella remis, fyri at brúka talvmál.
Leggjast kann afturat, at løgtingsnevndirnar allar hava ólíka tal av limum (3 ella 7) júst fyri at fyribyrgja, at tað kann standa á jøvnum.
Regin Jacobsen, stjóri í alifyritøkuni Bakkafrosti, greiðir frá, at dampurin frá framleiðsluni av lýsi og fiskamjøli er ein øgiliga stórur partur av CO₂-útlátinum hjá Bakkafrosti, og um tey skulu hava nakran møguleika til at vera við í grøna orkuskiftinum, so er tað einasta, sum kann gerast, at tungoljan á Havsbrún verður skift út við grøna orku.
Men tá Bakkafrost vegna hendan 3-3-javnleikin ikki fær loyvi til tað, verður avleiðingin eftir øllum at døma, at framleiðslan av mjøli og lýsi má gerast í øðrum landi enn í Føroyum.
Kelda: KvF