Lýsing
Lýsing
Lýsing

Nýggjur havmyndil fyri Føroyar

SKRIVAÐ: Jari í Hjøllum, Veðurstova Føroya  |  17.12.2025 - 23:58 Tíðindi Veðrið

Havtoymið á Veðurstovu Føroya (Knud Simonsen, Jari í Hjøllum og Bárður A. Niclasen) hevur síðani á sumri 2024 arbeitt við at menna ein havmyndil fyri føroyska sjóøkið. Nú er komið so langt, at fyrsta ”beta” útgávan er løgd á heimasíðuna.

Við í myndlinum eru:

  • Eitt sjóøkið, ið fevnir um allan landgrunnin og næstu bankarnar vestanfyri.
  • Stutt millum roknipunktini niður í 50 m inni við land, men longri millum roknipunktini úti á djúpum havi.
  • Astronomiska sjóvarfallið við 8 konstituentum.
  • Avrenning við áunum, sum tó er savnað í 279 høvuðsáir og fyribils við miðalavfalli.

Í hesari fyrstu sleppingini eru kort, sum vísa vatnstøðuna og rákið fyri hvønn hálva tíma frá degnum undan og 5 dagar fram. Hetta eru úrslit frá koyringum við myndlinum, sum sjálvvirkandi verður settur í gongd at rokna hvørt samdøgur við seinastu tøku tølunum fyri drívkreftunum.

Fyribils er bert ávirkanin av sjóvarfallinum og áunum við í myndlinum. Arbeitt verður við at knýta havmyndilin saman við veðurforsagnirnar, soleiðis at ávirkanin av veðrinum á rák og vatnstøðu eisini er við.

Myndilin sæst á www.vedur.fo/fo/havkort 

Flóð og fjøra kring oyggjarnar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…