Fíggjarlógin: Álitið frá fíggjarnevndini við norðoyabrillum
Nú tað røkist fyri, at okkurt verður gjørt fyri at lætta um raksturin hjá mentanarhúsinum Varpinum, hevur Norðlýsið kagað í álitið frá fíggjarnevndini
Tað er royndur lutur, at sessurin í fíggjarnevndini verður brúktur til sæta sínum egnu. Viðhvørt situr skeggið sera nær høkuni. Sum til dømis, tá vit í gjár vístu á løgið samanfall millum ein kassameistara og fíggjarnevndarlim.
Hóast hetta dømið er serligt, so er púra vanligt, at nevndarlimirnir seta síni týðuligu fingramerkir á raðfestingarnar. Suðuroyartingfólk hála størri og smærri upphæddir suðureftir, eysturoyingar eystureftir og norðoyingar norðureftir.
Soleiðis er spælið.
Men er árið í ár eitt undantak? Norðlýsið hevur hugt í álitið, sum samgongumeirilutin í fíggjarnevndin lat úr hondum í vikuskiftinum. Úr raðfestingarrúgvuni síggja vit m.a. hesi átøk í landnyrðingsføroyum:
- Játtaðar verða 2 mió. kr. til at útvega radiosignal í Viðareiðistunlinum.
- Játtaðar verða 2,5 mió. kr. til at prosjektera Gøtudalstunnilin.
- Játtaðar verða 2 mió. kr. til at gera arbeiðið ígjøgnum Gøtugjógv liðugt
- Íverksetarahúsið í Klaksvík fær 200 túsund aftrat
- Játtanin til Miðnám á Kambsdali verður hækkað við 1,3 mió. kr. til FSA útbúgving
- Játtaðar verða 400 tús. kr. til læknaviðtalur ísv. prostata-krabba á Klaksvíkar sjúkrahúsi
- Umsorganarheimið Gloria fær 200 túsund aftrat
Spurningurin er so, um okkurt verður broytt millum aðru og triðju viðgerð. Tað ljóðar í øllum førum, at okkurt verður gjørt fyri Mentanarhúsið Varpið.
Livst so spyrst.
Triðja viðgerð av fíggjarlógini fyri 2026 verður í morgin, hósdagin.