Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

KFUM & K hátíðarheldur 85 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  17.12.2025 - 09:44 Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Komandi vikuskifti verður KFUM & K í Klaksvík 85 ár, og verður dagur markeraður við ymiskum tiltøkum alt vikuskifti. Sjálvur stovningardagurin var 19. desember 1940, og síðan tá hevur KFUM & K verið ein týðandi partur av lívinum hjá nógvum børnum, ungum og vaksnum í Klaksvík.

 

Fríggjadagin verður merktur av afturliti, har vit hyggja aftur á ríku søguna hjá KFUM & K. Ein mini- dokumentarfilmur við samrøðum er gjørdur til høvið, og eisini eru myndir savnaðar saman, sum lýsa søguna hesi árini. Myndirnar verða vístar á fram, og húsið verður opið fyri øllum, sum hava hug at vitja.

Leygardagin verður eitt hugnakvøld við andakt, sangi og felagsskap. Tilmelding er neyðug til tiltakið (freistin at tekna seg er farin).

Sunnudagin verður jólafest fyri børn, og kl. 18 syngja vit jólini inn saman. Hetta verður ein hugnalig løta við framførslu frá streingjakórinum, andakt og sofapráti. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Torraskráin sunnudagin
Torra-Konsert í Varpinum
Torramyndir frá leygar­degnum
Dreingir 12 hjá Team Klaksvík steypavinn…
Gentur 10 hjá Stjørnuni steypavinnarar
B36 og Dávid B. Andreasen smurdu KÍ av
Fjálgt graseinkjukvøld á Biskupsstøðgarð…
Pensjónsmálið ger okkum ótrygg
Hvat við at fíggja tunnilin í Føroyum?
HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd…
SKJÓTT VERÐA EG OG EYÐFINN 1!
Torraskráin leygar­dagin
Heimurin á einum vegamóti
Stórur dagur á TSK
Bankatoskur á Torradøgum!
Grundtvig á Torradøgunum
B36 vann stórt á KÍ á Djúpumýru í kvøld
Felags barna- og familjuguds­tænasta í Ma…
AVLÝST: Torradagar á Norðoya Fornminnasa…
Morguntúr leygarmorgun 21.feb. 
Lýsing