Lýsing
Lýsing
Lýsing

Høvuðsjólamaðurin: “Vit eru á veg til Føroya!”

SKRIVAÐ: Føroya Sjómannadagur  |  17.12.2025 - 21:03 Mentan Tíðindi

Jólaskipið væntast á Leirvík kl. 17.00 og í Klaksvík kl. 18.00 fríggjakvøldið 19. desember

 

Vit hava havt sjálvan høvuðsjólamannin í telefonini!

Hann boðaði spentur frá, at Jólaskipið hevur loyst, og er farið at sigla av Norðpólinum við beinari kós móti Føroyum – beint ímóti Klaksvíkini, har teir vænta at leggja at fríggjakvøldið.

“Veðrið er av tí besta, og Norðlýsið dansar á himmalhválvinum” segði hann, tá hann varð spurdur, hvussu ferðin gekk.

“Vit vænta gott veður allan vegin til Føroya, og vit gleða okkum at síggja øll tey fittu børnini!”

Høvuðsjólamaðurin greiddi frá, at jólamenninir hava arbeitt dag og nátt, pakkarnir eru klárir, og skipið er pyntað við glitrandi jólaljósum.

Hann er vísur í, at ferðin fer at ganga, sum hon skal.

Hann hevði eisini eina heilsan til øll tey spentu børnini:

“Eg veit, at tit hava bíða leingi, men nú verður tað skjótt!”

Jólaskipið væntast á Leirvík kl. 17.00 og í Klaksvík kl. 18.00 fríggjakvøldið 19. desember.

Nú er bert eftir at telja dagarnar, til vit fáa vitjan av Jólaskipinum – og sjálvum høvuðsjólamanninum og øllum hinum festligu jólamonnunum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýggjur havmyndil fyri Føroyar
Høvuðsjóla­maðu­rin: “Vit eru á veg til Fø…
”Men hvar skulu tey parkera?”
Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund
Ingilín: - Taki ikki undir við pensiónsu…
Fíggjar­lógin: Álitið frá fíggjar­nevnd­ini…
Hall, høvuðbrýggj og hopleys fíggjarstýr…
Sam fyllir 50 ár
Stjørnan tekur ímóti Kyndil í kvøld
Eyðgunn: Vit hyggja uppá um okkurt kann…
Novembur 2025
KFUM & K hátíðarheldur 85 ár
Tunghoyrt á G! 2026
Myndarøð: Móttøka fyri Julian Gregersen
Treysti um høgtíðina desembur 2025
Irena Olsen 20 ára starvsdag
Rokdagur hjá útróðrinum
Fiskeribladet: Noreg og Rusland samd um…
Ongum nýtist at sita einsamallur jólaaft…
Føroyar, Bretland, Ísland og Noreg gjørt…