Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóan Pauli Jacobsen hevði fyrr í vetur samrøðu við mest vinnandi FM-leikaran í føroyskum fótbólti, Steinbjørn Jacobsen, til KÍ-prát. | Mynd: Jóan Pauli Jacobsen

Jóan Pauli Jacobsen er aftur í KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  06.12.2025 - 15:48 Ítrottur Tíðindi

Hann hevur uppalt nakrar av bestu leikarunum hjá KÍ og skal nú venja ungu leikararnir, sum um nøkur ár eftir ætlan koma at banka uppá besta liðið.

Jóan Pauli Jacobsen er kendur í KÍ og hevur fyrr røkt nærum allar uppgávur í felagnum. Í 2009-15 var hann høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ og hyggur mann afturá, so vóru hesi árini nøkur av bestu árunum í ungdómsfótbóltinum hjá KÍ. Góð úrslit og nógvir lokalir leikarar seinni vístu seg at hava tað sum skuldi til at sláa ígjøgnum á besta liðnum till eitt topplið. Jóan Pauli var venjari hjá Jóannes Bjartalíð nærum øll ungdómsárini og Jóannes K. Danielsen annaðhvørt ár. Báðir A-landsliðsleikarar síðstu árini. Harafturat vóru nógvir aðrir, sum seinnu vunnu FM og løgmanssteyp við KÍ, partur av vetrarvenjingum o.a., sum Jóan Pauli stóð á odda fyri.

Síðani 2018 hevur Jóan Pauli verið høvuðsungdómsvenjari í ÍF, har hann eisini byrjaði sum venjari hjá ÍF-liðnum, sum í ár vann FM hjá U21, har Jóan Pauli var hjálparvenjari síðani summarsteðgin.

Nú kemur KÍ aftur at fáa gleðina av venjaranum, sum áður hevur uppalt leikarar, sum seinni vístu seg at blíva millum bestu leikarar í landinum. Jóan Pauli hevur fingið høvuðsábyrgdina av U11 og U13-dreingjum og er sáttmálin galdandi í tvey ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur