Jóla- og stuðulskonsert í Havnar kirkju
Sunnukvøldið 16. novembur klokkan 17 verður boðið til eina hugnaliga løtu í Havnar kirkju við góðum jólatónleiki.
Jóla- og stuðulskonsertin Í Menniskjum Góður Tokki verður tikin upp hetta kvøldið, og send í sjónvarpinum seinni í mánaðinum.
Endamálið við jóla- og stuðulskonsertini Í Menniskjum Góður Tokki er at savna inn pening til barnafamiljur í Føroyum, sum liva í fátækaváða. Møguleiki verður at stuðla undir konsertini, tá ið bússan gongur.
Tey, ið framføra í Havnar kirkju verða: Barnakórið í Lívdini, Steintór Rasmussen og William Niclassen, Guðrið Hansdóttir, Kalas, Tóra Vestergaard, Brak, Martin Joensen, Naomi Rajani, Danny & the Veetos og Fríði Sigmundsson.
Áhugaverdar samrøður og innsløg verða eisini at síggja, tá konsertin verður víst í sjónvarpinum.