Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókabúðin latið upp í Klaksvík

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  14.11.2025 - 15:24 Mentan Tíðindi

– Tá ið Alfa Bókhandil læt aftur, umhugsaðu vit beinavegin at lata upp eina deild í Klaksvík, ið sjálvsagt skal hava ein bókhandil, sigur Jákup Øster Vágsheyg, stjóri í Bókabúðini, sum nú hevur latið upp í einum parti av Berglon á Stoksoyravegi 2

 

Næsta ár eru liðini hálvtrýss ár, síðani Bókabúðin læt upp í Saltangará, so talan er um ein royndan bóka- og pappírshandil, ið nú hevur latið dyrnar upp í Klaksvík. Við árunum hevur Bókabúðin á ymsan hátt víðkað um sítt virksemi, og deildin í Klaksvík er seinasta stóra takið á hesi leið.

– Ein so stórur býur sum Klaksvík eigur sjálvandi at hava ein bókhandil, so vit valdu at gera skjótt av, nú møguleikin var har. Vit fingu eina góða avtalu við Alfa Bókhandil um alt innbúgvið, og tí bar til hjá okkum at koma so skjótt í gongd, sigur Jákup Øster Vágsheyg.

– Nú tað stundar til jóla, teljast bøkur ofta millum jólagávurnar, so tí eru vit fegin um, at vit kundu fáa latið upp undan jólasøluni, so norðoyingar eisini kunnu keypa bøkur til jóla. Berglon bjóðaði okkum ein part av sínum handli, so øll vælvildin hevur gjørt tað møguligt at lata so skjótt upp.

 

Fingið góða móttøku

Bókabúðin læt upp leygardagin 8. novembur, uttan at gera tað stóra burturúr, í samband við handilstiltakið Stástíð og hóast tað hendi nokk so stillisliga, letur stjórin væl at móttøkuni, handilin hevur fingið í Klaksvík:

– Tað mundi frættast nokk so skjótt, at vit lótu upp, tí klaksvíkingar og norðoyingar hava í øllum førum verið óførir at komið á gátt hjá okkum, og vit hava kent okkum sera vælkomin, nú vit lótu hesa deildina upp, sigur Jákup.

– Kanska móttøkan eisini hevur avspeglað, at fólk ikki kunnu hugsa sær ein bý sum Klaksvík við ongum bókhandli. Vit fara í øllum førum at gera okkara til, at Bókabúðin í Klaksvík fer at veita fólki somu tænastu sum vit í skjótt eina hálva øld hava verið kend fyri í Saltangará.

Síðani Sigmund Hammer á sumri í 1976 byrjaði Bókabúðina, hevur handilin støðugt ment seg til at vera ein nýmótans bókhandil og skrivstovumarknaður, sum veitir bæði privatfólki og vinnulívi sølu og tænastu. Nú eru tað hjúnini Elin S. Hammer, dóttir Sigmund, og Jákup Øster Vágsheyg, sum eiga og reka Bókabúðina, sum hevur fimm ársverk knýtt at sær.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið um vikuskiftið
Ábøtur í kirkju­garði­num úti í Grøv
Fráboðan um at broyta skipanina hjá bólk…
Norðoya Listafelag 40 ár
Bókabúðin latið upp í Klaksvík
Konsert í Gallarí Á Stongunum sunnudagin…
Nú má sáttmálin ikki lorkast burtur
Í kvøld endar søguliga HM-undankappingin
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin við fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi
Trolbøting á háskúlanum
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Asbjørn Lómaklett 85 ár
Jólasølan hjá Dugna er byrjað