Lýsing
Lýsing
Lýsing

Heilarnir í verkætlanarverki

SKRIVAÐ: skulatrod.fo  |  15.11.2025 - 06:15 Myndarøð Tíðindi

Hesa vikuna arbeiða næmingarnir í 8. og 9. flokki við verkætlan. Í 8. flokki er yvirskipaða evið Tøkni og framtíðin og í 9. flokki arbeiða næminganir við spurdómum, ið viðvíkja eini av viðkomandi avbjóðingunum í dagsins samfelag. 

 

Næmingarnir eru býttir í bólkar, sum allir hava valt sær eitt undirevni at arbeiða við. Millum fleiri onnur evni eru ávikavist sosialir miðlar og framtíðin, Umhvørvið og nýtsla- ein burðardyggur ungdómur, Ferðsla og framtíðin og Vitlíki - vinur ella fíggindi.

Ymiskt er, hvussu bólkarnir arbeiða, og eisini hvar teir arbeiða. Tey flestu sita í skúlanum, og nøkur arbeiða longri løtur heima ella aðrastaðni. Her verður kannað, lisið og skrivað. Nøkur hava gjørt spurnakanningar, onnur hava gjørt samrøður ella stutt filmsklipp og annað viðkomandi. 

Samanumtikið má sigast, at næmingarnir hava lagt orku í arbeiðið, og í morgin verða framløgurnar hjá 8. flokki, og næmingarnir í 9. flokki leggja fram fyrst í komandi viku. 

Tað verður spennandi at hoyra, hvat tey hava lært, og hvat nú liggur teimum á hjartað at greiða frá. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Vitlíki er bara eitt hjálparamboð
Rottangatøming á Kalsoynni
Heilarnir í verkætlanarverki
Eitt legendariskt rokkshow á Voxbotn’26…
Veðrið um vikuskiftið
Ábøtur í kirkju­garði­num úti í Grøv
Fráboðan um at broyta skipanina hjá bólk…
Norðoya Listafelag 40 ár
Bókabúðin latið upp í Klaksvík
Konsert í Gallarí Á Stongunum sunnudagin…
Nú má sáttmálin ikki lorkast burtur
Í kvøld endar søguliga HM-undankappingin
Jóla­trø­ini 2025
Kom á landsfund hjá Fólka­flokkinum
Meiriluti í Uttanlands­nevnd­ini fyri revs…
Broyting: Elin Mortensen verður deildars…
Ein væleydnaður rørsludagur
Jólasøla á Verkstað­num á Brekku
Nýskipa­nar­nevndin vil fegin hoyra, hvat…
Marknaðardagur á Fossánesi