Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Eyðbjørg Ellendersen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  14.11.2025 - 16:48 Tíðindi Veðrið

Tað fer at vera kalt alt vikuskiftið. Í nátt fer hann niður um frostmarkið, men fer eitt sindur uppum aftur í morgin og í ovurmorgin. Lítil vindur í nátt, men hann fer at veksa í morgin og ovurmorgin. Ikki nógv avfall, bert okkurt ælið viðhvørt í støðum.

Eitt hátrýst við lítum vindi av ymsum ættnum hevur lagt seg yvir Føroyar í kvøld, og tað fer at liggja í nátt eisini. Í morgin fer tað vestureftir, og tá fara vit aftur at liggja í køldum luftráki norðaneftir.  

Veðrið um vikuskiftið:

Hann hevur ligið um 3 til 8 m/s av landnyrðingi, men í kvøld minkar hann niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og einstøk vátakava- ella kavaæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig, í nátt fer hann niður í 2 kuldastig.

Í morign er frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Um kvøldið gongur hann upp í norðan. Allan dagin skýggjað og ælaveður, men í støðum sólgottar. Hitin 3 til 8 stig.

Sunnudagin er frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Allan dagin smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 6 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…