
Dystarveðrið KÍ - TB
Hann er komin úr suðuri upp í eystan í nátt. Loftið er samdrigið, skýggini hanga niður ímóti fjallatoppunum. Tað er turt, og hitin meiri enn 10 stig.
Einki sæst í veðurkortunum at fara at broytast seinnapartin í dag.
So, meðan dystur er í dag á Djúpumýru millum KÍ og TB, ávikavist næstelsta og elsta fótbóltfelag í Føroyum, fer at vera eitt lot av eystri, ella beint oman fyri eystan – t.e. inn á hornið á vøllinum, har sum Mýrugrill var fyrr. Vindferðin 3 til 8 m/s, og fer neyvan at síggjast á vøllinum – bæði tí vindferðin er so lítil, og at bygt er uppfyri rundan um vøllin.
Einki regnumráði við avfalli sæst nærkast, so vit satsa uppá, at tað er samdrigið og turt allan dystin.
Hitalagið er einki at kimsa at, liggur um 11 stig. Ikki serliga heystligt, tá hugsað verður um kjøt í hjalli, men fínasta slag, tá ið hugt verður eftir fótbólti.
So er bert eftir – og tað er fyri seinastu ferð í ár til ein heimadyst – at ynskja okkum ein góðan dyst, og KOYR Á KÍ.