Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pisshúsið yvirlivdi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  26.09.2025 - 11:20 Mentan Politikkur Tíðindi

Ein meiriluti av okkara fínastu halda so nógv um Pisshúsið í Klaksvíksgarðinum, at tað skal "varðveitast og setast í nýtiligan stand"

 

Býráðsumsitingin mælti annars til at taka Pisshúsið í Klaksvíksgarðinum niður, tí tað er í so ringum standi. Kostnaðurin av at taka pisshúsið niður er mettur at verða 25.000 krónur.

Pisshúsið í Klaksvíksgarðinum fyllir nógv hjá býráðslimunum, tí allir býráðslimir tóku orðið í málinum og summir enntá fleiri ferðir.

Orðaskiftið um pisshúsið tók fitt av tíð og tá atkvøðast skuldi, var ein meiriluti fyri at varðveita og seta pisshúsið í stand. Og ikki nokk við tað, tí meirilutin ynskti eisini, at tangagarðurin norðanfyri skal takast burtur, og at økið sunnanfyri pisshúsið verður ruddað og slættað.

Tað kom ikki fram á býráðsfundinum, hvør kostnaður stendst av omanfyrinevndu arbeiðum. 

Norðlýsið fylgir málinum. 

 

 

Býráðssamtykirnar frá fundinum í gjár síggjast her. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival