Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tilvildarlig mynd | Mynd: Sylvia Thomsen

Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal ruddast

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  08.07.2025 - 17:24 Politikkur Tíðindaskriv

Borgarar í Klaksvíkar kommunu vilja hava ein reinan bý – og tað vilja vit í býráðnum eisini. Tí verður nú rokning send fyri órudd, sum liggur á havnaøkinum. Endamálið er at fáa havnaøkini ruddilig.

 

 

Vallyfti og felags ynski

Tað er einki dulsmál, at tað trongir til at ruddast í Klaksvík. Hetta var eisini, undan valinum, vallyfti hjá flestu flokkum. Summi fóru so langt sum at siga, at vit skulu kunna slikka býin.
Í borgarakanningini í 2023, har yvir 800 luttóku, varð “fríðkan av kommununi” raðfest millum tær fýra týdningarmestu broytingarnar. Hetta vísir á breitt ynski í Klaksvíkar kommunu um ein ruddiligan bý.

 

Reinur og fríður Klaksvíkar býur

Í sjeyti árunum vann Líggjas í Bø eina kapping við slagorðinum: “Reinur og fríður Klaksvíkar býur”. Slagorðið var í nógv ár fremsta marknaðarføringin hjá Klaksvíkar kommunu. Hetta vakra slagorðið eiga vit aftur at taka í álvara, so okkara býur kann gerast vakrasti, reinasti og ruddiligasti býur í landinum.

 

Nýggj skipan fyri órudd

Sum forkvinna í Havna- og vinnunevndini havi eg gjørt av at taka fólkið í kommununi í álvara. Í samstarvi við umsitingina og Klaksvíkar Havn hava vit tí dagført gjaldsskránnað. Hetta merkir, at um órudd liggur á havnaøkinum og eingin avtala er gjørd – so verður hereftir rokning send einaferð um mánaðin til tær fyritøkur og einstaklingar, sum hava ábyrgd av óruddinum.
Hetta snýr seg ikki um at fáa pengar inn. Tað snýr seg um at rudda havnaøkini.

 

Frá áheitan til avgerð

Í áravís hevur verið skrivað um órudd og í tveimum førum er roynt við áheitanum og almennum boðum, sum tíverri ikki bóru á mál. Tí bleiv neyðugt hækka gjaldið fyri órudd.

 

Afturmeldingar

Nú fyrstu rokningarnar eru sendar út, hava nøkur boðað frá ónøgd. Nøkur hava mótmælt rokningum og vilja hava kreditnotur ella at sleppa at víðka matriklar. Men hetta gongur ímóti endamálinum at rudda havnaøkið.

 

Greiðleiki og samskifti

Vit skilja væl, at henda nýggja skipanin kann vekja ivamál og spurningar hjá summum. Tí vil eg gera greitt, at um tú heldur, at tú órættvíst hevur fingið eina rokning, ella hevur spurningar um skipanina, ber altíð til at venda sær til Klaksvíkar havn. Vit ynskja eitt virðiligt samskifti við allar aktørar. Tað týdningarmesta er, at vit saman finna loysnir, sum tryggja, at havnaøkini verða hildin snotilig.

 

Møguleiki fyri avtalu

Er tørvur á øki at hava amboð og annað standandi, ber til at gera eina avtalu við kommununa um at leiga øki. Ein slík avtala verður við kravi um, at økið verður hildið skipað og ruddiligt.

 

Felags ábyrgd

Eg vil tí heita á allar aktørar á havnaøkinum um at taka hendan boðskapin til eftirtektar. Hetta snýr seg um trivnað og um ein bý, ið vit øll skula kunna vera errin av. Tað skal síggjast og merkjast, at vit meina tað við slagorðinum "Reinur og fríður Klaksvíkar býur".

 

So latið okkum nú arbeiða saman. Ruddilig vinna, ruddilig øki og ein reinari bý til okkum øll.

 

Sylvia Thomsen
Forkvinna í Havna- og vinnunevndini og umboð hjá Sjálvstýrinum í Klaksvíkar býráði.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: Víkingur - Lincoln Red Imps
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…
Dronufilmar av Gadus við Bjarnoynna
Gott summar!
Julie Vanggard Christensen til Stjørnuna
Norðlýsið er komið
KFUM &K: Vinnaratøl­ini av lutaseðlasølun…