Lýsing
Lýsing
Lýsing

Poula fer at stýra ítróttinum á Betri Oyggjaleikum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.07.2025 - 13:55 Ítrottur Tíðindi

Tað verður Poula Michelsen úr Havn, sum verður ítróttafyriskipari á Betri Oyggjaleikum. Tað vil siga, at hon fer at standa á odda fyri ítróttaliga partinum av leikunum, og saman við teimum 14 sambondunum fer hon at syrgja fyri, at allar kappingarnar verða væl avgreiddar undir bestu umstøðum og eftir galdandi reglum.

 

 

- Eg eri fegin og takksom fyri møguleikan og gleði meg at samstarva við tey mongu dugnaligu fólkini, sum fram til Betri Oyggjaleikirnar fara at standa saman um hesa týdningarmiklu uppgávu. Tað er sera gleðiligt, at Føroyar aftur sleppa at verða vertir, tí tað fer at geva okkara ítróttafelagsskapum ógloymandi upplivingar. Hetta er eisini ein góður møguleiki at prógva okkum sum eina nútímans og vælskipaða ítróttatjóð, sigur Poula Michelsen.

Betri Oyggjaleikir verða størsta tiltak í Føroyum higartil, og afturat ítróttinum eru ein ørgrynna av øðrum uppgávum, sum skulu loysast. Alt frá gisting til tilbúgving og frá sjálvbodnum til setan og endahátíð.

Saman við oyggjaleikasamskiparanum Solby Christiansdóttir fer Poula Michelsen aftur at ítróttinum eisini at arbeiða við onkrum av hesum uppgávunum.

- Poula Michelsen hevur drúgvar royndir við bæði leiðslu, samskipan, marknaðarføring, samskifti og øðrum, sum Betri Oyggjaleikir nú fáa ágóðan av. Eg gleðist um, at vit hava fingið eitt knasandi dugnaligt fólk upp í toymið, og eg ivist onga løtu í, at við Poulu á odda eru allar ítróttagreinarnar í sera góðum hondum, sigur Solby Christiansdóttir, oyggjaleikasamskipari.

Starvið sum ítróttafyriskipari er 0,4 fram til ársskiftið, og frá 1. januar 2026 er starvið fulla tíð.

Poula Michelsen tekur við starvinum 1. september.

 

Um Poulu Michelsen:

·       49 ár

·       Úr Havn

·       Útbúgvin marknaðarføringsøkonomur, HD í organisatión og leiðslu og MA í lóg

·       Arbeitt við marknaðarføring, leiðslu og samskipan síðani 2006

 

Um Betri Oyggjaleikir í Føroyum:

·       3. til 9. juli 2027

·       um 2.500 íðkarar

·       úr 24 ymiskum oyggjasamfeløgum

·       14 ítróttagreinar

·       kappingar kring landið á umleið 30 leikvøllum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Myndarøð: KÍ á veg til Finlands
Nú skal tað verða - Klaksvíkin skal rudd…
Stakkavík 6000 pund
Søgan um Merle Haggard (6:9)
Poula fer at stýra ítrótti­num á Betri Oy…
KÍ hópurin komin til Vaasa
Einki tap í Champions League dystum í Kl…
Á Kappanum við Jóannesi Paturssyni
Jónleif: Næmingar dáma væl fleiri lærara…
Erik: Sølan til Summar­festivalin er góð
Champions League í Klaksvík týskvøldið
Magnus Powell: Hetta verður spennandi
Felags gagnnýtsla av okkara karmum – tað…
Ferðslu­kunning í samband við Champions L…
Dronufilmar av Gadus við Bjarnoynna
Gott summar!
Julie Vanggard Christensen til Stjørnuna
Norðlýsið er komið
KFUM &K: Vinnaratøl­ini av lutaseðlasølun…
Pinkubarna­screeningin verður víðkað frá…