KÍ gjørdi nokk til at vinna trý stig
At fáa trý stig, tá spælið er minni gott, verður ofta mett at verða gott tekin.
Og tað var hetta, sum ein kann siga um KÍ í dag. Roynda liðið, sum hevði 10 føroyskar útileikarar frá byrjan við minst 12 A-landsdystum, gjørdi nokk til at vinna, og tað sær framvegis sera gott út hjá KÍ í ætlanini at vinna FM.
Í fyrra hálvleiki kom eitt mál til KÍ, og tað var sjálvmál. Annars hendi ikki tað stóra. B36 byrjaði væl, men eftir málið tók KÍ meir yvir. Men hetta var ein av dystunum hjá KÍ við ov lítið skapandi spæli, men ov nógvum bóltflytingum uttam hóttanir.
Í seinna hálvleiki var tað sum, at KÍ fór at spæla nakað betri, tá Dávid B. Andreasen og Deni Pavlovic komu á vøllin til síðsta part av dystinum og Deni avgjørdi eisini dystin við frálíkum máli. B36 minkaði um munin í yvirtíðini, men KÍ helt tørn og vann 2-1. Í seinna hálvleiki hevði B36 tríggjar stórar møguleikar afturat málinum, meðan KÍ hevði onkran. KÍ-áskoðararnir valdu Deni Pavovic til dagsins leikara og tað sigur kanska nógv um, at áskoðararnir vóru lítið sannførdir av avrikunum, tí Deni kom ikki inn fyrr enn í 75. minutti. Tó spældi KÍ-málverjin Mark F. Jensen ein frálíkan dyst og eina bjargingin var helst tann besta, sum vit hava sæð við Djúpumýrar í ár.
KÍ gjørdi nokk til at vinna og ein heimadystur móti B36 hevur søguliga sæð verið trupul, so trý stig er eingin sjhálvfylgja, hóast leikliga undirhaldið var lágt hendan dystin.