Sum at byggja við LEGO
Fyrireikingarnar til íbúðarbyggingina Eystan Garð, hjá Pado ganga væl, varð skrivað í byrjanini av apríl.
Tá var stuðlaveggurin niðaneftir júst liðugt stoyptur og steinsetingin fyri byggingini liðug – Hetta fyri 10 eigaraíbúðum, sum eru ímillum 80 og 96 fermetrar til víddar.
Seks teirra við tveimum kømurum - og fýra við trimum kømurum.
Í dag verður yvirhæddin gjørd liðug. Tað gongur við rúkandi ferð - sum at byggja Lego. Talan er um elementbyggjaríð úr beton, sum Løvubeton letur gera.
Teir størstu byggilutirnir viga um 8 tons, so her skulu stór amboð til. Eisini eru kaðalrør í elementunum at drage el-leiðingar í.
So eftir einum degi stendur øll yvirhæddin liðug við enda- og skilaveggum. Eisini eru wc-klivar settir inn á báðar hæddirnar. Teir eru liðugt gjørdir við flísum, brúsu, vaski, wc og enntá knagum at handa handklæðið á.
Hetta lættir munandi um og styttir um byggitíðina. Teir vænta, at íbúðirnar kunnu lætast eigarunum fyrst í komandi ári.
Allar íbúðirnar eru umbidnar, so nú verður leitað eftir nýggjum byggilendi at byggja fleiri íbúðir á, sigur ein eldhugaður Pado - Poul á Dul Olsen.