Javnaðarflokkurin vil tryggja vælferðina í tøttum samstarvi við Danmark
Sambandsflokkurin leitar við ljós og lykt eftir próvførslu fyri, at vit í Javnaðarflokkinum vilja loysa, nú sambandsmennirnir eru EINASTI flokkur, ið ikki vil taka ábyrgd fyri okkara framtíð.
Tað fer ikki at eydnast. Javnaðarflokkurin vil hava ein sterkan felagsskap við Danmark. Eins og áður.
Javnaðarflokkurin segði í 2011, at flokkurin vil stremba eftir meira sjálvræði, sum hann altíð hevur gjørt, men tað skal ikki ganga útyvir okkara vælferð ella kosta persónliga frælsið.
Hóast tað eru 14 ár síðan, og heimurin er nógv broyttur síðan tá, stendur flokkurin fyri neyvt tí sama í dag.
Vit ásanna at okkara samfelag hevur nakrar avbjóðingar við væntandi heimildum á uttanríkispolitiska økinum. Tað darvar menningini av okkara samfelagi og búskapi. Tí mugu karmarnir fyri okkara samstarvi í ríkinum dagførast.
Samstarvi skal ikki halda uppat. Tvørturímóti vilja vit halda fram í einum styrktum felagsskapi.
Lat tað verða púra greitt. Hetta snýr seg um uttanríkispolitikk og ikki um at broyta gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum. Javnaðarflokkurin vil styrkja okkara samfelag við at laga tað til nútíðina og ikki gera samfelagið veikari.
Samráðingaruppleggið sigur eisini júst tað. Vit vilja hava eina nýskipan við nýggjum heimildum, men annars skulu onnur viðurskifti vera tey somu. Gerandisdagurin hjá vanligum fólki verður óbroyttur. Tí fara vit framhaldandi at samstarva við Danmark og verða partur av NATO. Og vit fara framvegis at hava somu útbúgvingarmøguleikar og atgongd til góða sjúkrahúsviðgerð í Danmark.
Hetta er øll politiska skipanin samd um - uttan Sambandsflokkurin.
Nýtt Samband er eitt tømt hylki
Sambandsflokkurin veit fullvæl at verandi skipan er vorðin ein spennitroyggja, tá ið tað kemur til okkara luttøku í altjóða samfelagnum. Sambandsflokkurin hevur tosað upp í saman um handilsavtalur við onnur lond fyri at vaksa um okkara búskap, men onki hevur eydnast. Bara ein handilsavtala er komin uppá pláss seinastu 20 árini og hon er við Turkaland. Við allar virðing, so ger hon ongan mun.
Ein sambandsløgmaður ásannaði júst hetta fyri nøkrum árum síðan og fór at droyma um um ein ríkjafelagsskap. Núverandi leiðslan í Sambandsflokkinum vil Nýtt Samband, men tað fer ei heldur at broyta nakað og fer ikki at geva okkum teir altjóða limaskapir, ið vit tørva.
Tað góða er, at allir flokkar á løgtingi viðurkenna tær avbjóðingar, ið vit sum samfelag hava á hesum øki. Endamálið við øllum er at gera okkum til eitt sterkari og tryggari samfelag og jú fleiri, ið draga somu línu, jú størri er møguleikin at tað eydnast.
Tí er tað sera spell at Sambandsflokkurin heldur vil peika eftir hinum og setir seg uttanfyri arbeiðið at finna loysnir.
Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin