Føroyska politiska mentanin leggur ikki upp til samstarv
– Men semjurnar um tøkugjøldini og ríkisrættarligu støðuna eru dømi um, at tað væl kann rigga, sigur Sólvit E. Nolsøe, nú fráfarandi politikari fyri Framsókn og áður Fólkaflokkin. Hinvegin riggar tað ikki væl á eitt nú eldraøkinum og almannaøkinum, tí vit í Føroyum hava ikki eina mentan, sum fyriskrivar, at politiska skipaninin loysir trupulleikarnar saman. Tað er meira undantakið, at tað hendir.
– ”Hatta er ein øgiliga samansettur spurningur”, sigur Sólvit Nolsøe fyrst, tá hann verður biðin um at lýsa føroysku politisku skipanina. Men so loysir hann frá posabandinum:
– ”Vit vita, at tað er nógv, sum riggar í føroysku politisku skipanini. Embætisverkið riggar væl, hóast fleiri gera tað sama; har er absolutt kvalitetur í, og tað er tað eisini í løgtingsumsitingini. Og politikararnir vilja allir Føroyum tað besta. Tað er nógv, sum riggar væl, men tað er heldur ongin loyna, at ógviliga stórir trupulleikar standa fyri framman á eldraøkinum, útbúgvingarøkinum og almannaøkinum. Og tað letur til at vera øgiliga torført at loysa teir nóg væl, hóast teir eru alt annað enn duldir”, sigur Sólvit, og setir síðani orð á, hví so man vera:
– ”Tað eru truplar avgerðir, sum skulu takast, og tær eru stórar. Orsøkin er, at man loyvir málum at vaksa seg so stór, at broytingarnar at kalla eru heilar revolutiónir, tá tær koma. Til dømis við fiskivinnunýskipanini, tá man bíðaði til allar-allarsíðstu løtu, í staðin fyri at man arbeiddi við tí í fleiri ár, tí man visti av tí í fleiri ár áðrenn. Og so endaðu vit við einum úrsliti, sum øgiliga fá vóru nøgd við, og sum nógv vóru misnøgd við. Og tí eiga vit at læra nakað av”, sigur hann.
– ”Vit eiga heldur javnan at endurskoða og dagføra økini, so tað ikki nærmast skal vera ein kollvelting, tá broytingarnar verða gjørdar, tí tað kemur næstan ongantíð nakað gott burturúr tí tá. Nú eru vit komin hartil á fleiri økjum, at øgiliga stórar avgerðir skulu takast, og tær fara at hava stórar avleiðingar. Óvissan er eisini stór, tá stórar avgerðir skulu takast, og tí er tað trupult at fremja stórar nýskipanir. Heldur áttu vit at arbeitt við málunum javnt og samt yvir longri tíð”, sigur Sólvit E. Nolsøe.
– ”Vit hava tíverri ikki eina »forlíksmentan«, sum tey hava í Danmark. Vit vita, hvørjir trupulleikarnir eru á eldraøkinum, og vit eru øll samd um, at vit hava teir trupulleikarnar, men vit hava ikki eina mentan, sum sigur, at vit loysa teir saman. Við at hava skift flokk eina ferð havi eg verið í samgongu við allar flokkarnar, og tann vegin veit eg, tað er ikki nakar einstakur flokkur, ið eigur ábyrgdina av hesum. Tað er mentanin – sum allir flokkar eru partar av – ið eiga ábyrgdina”, sigur fráfarandi tingmaðurin, og heldur fram:
– ”Vit hava sæð andstøðuflokkar gjørt semjur við samgongur um stór mál, men sjáldan vinnast atkvøður av tí. Ein orsøk til tað er, at bíðað verður, til tíðartrýstið gerst stórt, og tá íkoma politiskir trupulleikar eisini. Andstøðuflokkar blíva meira varnir tá. Ein sólskinssøga, haldi eg sjálvur, var tá Sambandsflokkurin gjørdi eina avtalu við samgonguna um tøkugjøldini. Tá riggaði tað. Og tað sum man er farin inn í nú við tí ríkisrættarliga, ber eisini brá av at vera ein góð prosess, tí her gevur man sær eisini tíð til at arbeiða við málunum”, sigur Sólvit. Um konfliktlinjur sigur hann:
– ”Gjáirnar í samfelagnum, sum man kallar konfliktlinjurnar, ávirka. Tær eru truplar at sleppa yvirum. Útjaðari og miðstaður er ein, vinna vs. Kontórshavn, og tað kann vera alt møguligt, eisini virðisgjógvin, sum møguliga er í Framsókn. Summi valevni profilera seg kraftiga upp á tær, til dømis tað at vera úr einum øki, men so kemur tú inn í ein flokk, har tú ert ein partur av eini tingmanning, og har tú noyðist at ganga uppá kompromis, og tað kompliserar absolutt eisini tingini”, sigur Sólvit Emilsson Nolsøe.