Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóansøka er í vikuskiftinum, og kappróður er á Trongisvágsfirði. Sum forsagnirnar eru, fer ættin at liggja av landsynningi eystri, 5 til 10 m/s. Hetta er beint inn eftir fjørðinum, og fer at geva mótvind í róðrinum. | Mynd: Eyðbjørg Ellendersen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  20.06.2025 - 15:10 Tíðindi Veðrið

Vit hava gott hátrýstveður í dag við lítlum vindi vestaneftir og klárum lofti. Miðjan á hátrýstinum er yvir bretsku oyggjunum og stingur seg norðureftir ímóti okkum.

Tað verður tó ikki drúgt, hetta góða veðrið. Eitt lágtrýst við ikki soo nógvum vindi men við gráum lofti og avfalli er á veg vestaneftir. Tað fara vit at leggja til merkis í morgin, tí fyrrapartin er ikki so klárt meir, skýggini gerast tyngri og tyngri, og so fer at regna um middagsleitið.

Veðrið um vikuskiftið – dag fyri dag:

Tað hevur verið vestan í dag, vindferðin 5 til 10 m/s, loftið klárt ella smáskýggjað við sól ella sólglottum. Nú seinnapartin er minkandi vindur niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, framvegis smáskýggjað og sól ella sólglottar. Í nátt melur av ymsum ættum.

Hitin í dag 10 til 15 stig. 

Í morgin er veksandi vindur av eystri, úr einum lítlum loti, minni enn 5 m/s á morgni upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s á middegi. Skýloftið høgt fyrrapartin og turt, men um middagsleitið tjúknar og tað fer at regna. Út á náttina slítur sum frá líður í, ættin gongur niður í sunnan, og vindurin minkar niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s.

Hitin í morgin 8 til 13 stig.

Sunnudagin eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um náttina útsynningur.

Hitin í ovurmorgin 10 til 15 stig.    

 

Gott vikuskifti

Lýsing
Seinastu tíðindini
Prógvhandan skip­satstøðarar 2025
Javnaðar­flokku­rin vil tryggja vælferð­ina…
Skúlin er liðugur
Sum at byggja við LEGO
Veðrið um vikuskiftið
07 Vestur leigar frá KÍ
Føroyska politiska mentanin leggur ikki…
Listaframsýning
Martin Venned vitjar Nøglina í dag
Klakkur landa og skift fólk
Sólvit: Framsókn breyt avtaluna
Fimm nýggir kavarar
Fýra næmingar fingu handað prógv
Blákollubørn samla pening inn til Team R…
Gilli: Føroyskir fótbóltsleikarar eru fo…
Sólvit: Forlíksmentanin manglar í føroys…
Barnaporno og kynslig missnýtslan av bør…
Eysturoya­tunnilin stongdur í løtuni
Evnaríka Anna Lovisa verður við á SF25
Gilli vitjar Norðlýsið