Sólvit: Framsókn breyt avtaluna
Fosturtøkumálið var endaligi dropin, men tað var bert ein partur av eini størri prinsippbroyting í Framsókn, sum tilsamans gjørdi, at Sólvit E. Nolsøe kendi, at pláss ikki longur var fyri sær í Framsókn
Sólvit sigur, at hann spældi við opnum kortum, tá hann meldaði seg inn, og fekk at vita frá Framsókn, at í etiskum málum var í lagi at atkvøða eftir persónligari sannføring. At Framsókn fór frá teirri avtaluni og mitt í valskeiðnum brádliga segði, at tað ikki longur var galdandi, var høvuðsatvoldin til, at hann nú leggur frá sær.
Sólvit Emilsson Nolsøe var gestur hjá í poddvarpinum hjá Norðlýsinum, serliga tí at hann fyri nøkrum mánaðum síðani hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp aftur til politikk eftir hetta valskeiðið. Hann hevur verið landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin og er í dag løgtingsmaður fyri Framsókn, men tað hevur gingið skjótt; hann er framvegis nokkso nýggjur í føroyskum politikki og byrjaði politisku karrieru sína í 2021. Vit fingu hann at seta orð á føroysku politisku skipanina uppá gott og ringt.
– ”Eg byrjaði sum skrivari hjá Fólkaflokkinum í 2021, og knapt eitt ár seinni var eg landsstýrismaður, sum eg var í eitt ár, áðrenn eg stillaði upp fyri Framsókn, sum eg havi verið tingmaður fyri síðani 2022. Føroyskur politikkur hevur verið rættiliga rokaligur, síðani eg byrjaði í 2021 og inntil nú, tá eg av ymiskum orsøkum og vegna rok av ymsum slagi leggi frá mær. Men tað hevur verið øgiliga spennandi. Eg vænti, at mong høvdu tosað øðrvísi um politikk, um tey høvdu roynt at verið í politikki og fingið innlit í tær mekanismur, sum gera seg galdandi”, greiðir Sólvit frá.
Ikki bara fosturtøkumálið
– ”Politiska yrkið býðir bæði upp á stuttleika og frustratiónir. Grundleggjandi er politikkur tað sama sum konfliktir, og so skulu samráðingar til fyri at finna eina loysn ella semju. Men nú eri eg so komin hartil, at »hetta var tað«. Tað er ikki bara fosturtøkumálið ítøkiliga, sum gjørdi tað, men meira tað, at man ikki er frítt stillaður í etiskum málum, men verður bukaður uppá pláss. Nú valdi Framsókn (flokkurin sum eg eri partur av) at gera tað ítøkiliga málið til eitt flokksmál, og tað kundi eg ikki ganga við til”, sigur brátt fyrrverandi framsóknartingmaðurin. Spurdur um tað ikki er til at skilja, eftirsum Framsókn er ein liberalur flokkur, svarar hann:
– ”Jú, eg hoyri, hvussu tað verður argumenterað fyri tí, og at man velur sjálvur, hvussu man innrættar sítt lív, men hinvegin kann man siga, at tað verður kravt av mær, at eg gangi upp á kompromis við mítt samvitskufrælsi, og tað gongur sostatt út yvir mítt persónliga frælsi. So argumentatiónin koyrir í ring. Vit kundu diskuterað tað í allar ævir, men eg valdi heldur at takka fyri meg. Eg haldi tað var skeivur máti at handfara málið uppá, og eg vildi ikki bara geva meg, men eg vildi heldur ikki blokera fyri, at flokkurin fór ein ávísan veg”, sigur tingmaðurin, og leggur afturat, at hansara støða ómøguligt kann vera komin bak upp á flokkin, tí ta samrøðuna tóku tey longu við innmeldingina.
Framsókn kendi væl støðuna frammanundan
– ”Tá eg meldaði meg inn í Framsókn vóru vit samd um, at etisk mál vóru upp til einstaka tingfólkið at taka støðu til. At flokkurin yvirskipað hevði hasa støðuna, vistu øll, men samrøðurnar, sum vit høvdu, komu til ta niðurstøðuna, at í síðsta enda var tað (etisku málini, blðm.) upp til hvørt einstakt tingfólk. Eg hugsaði beinanvegin, at har kundu uppstanda løgnar støður ella ein konflikt, og tað gjørdi tað eisini, men eg hevði ikki væntað, at hetta, sum er íkomið, íkom. Altso at flokkurin vildi binda øll niður í hesum málinum. Tað hevði eg ikki roknað við”, sigur Sólvit Nolsøe.
– ”Eg eri hvørki illur ella skuffaður ella keddur ella nakað. Um man fer uppí politikk, so skal man ikki vænta hvørki galantar ella reinar spælireglur. Hatta, sum hendi – soleiðis er politikkur”, leggur hann afturat.