SOS brúðarkjóli!
Í dýrdarverðrinum, kl. 13.30 í dag - 21.mai, var brúðarvígsla uppi á Klakki í Klaksvík. Tað var borgarstórin, Karl Johansen, ið vígdi unga parið, ið varð komið alla ta longu leið úr Kanada til Føroya at gifta seg
Leingið er tað, ið væl skal vera
Í dýrdarveðrinum, kl. 13.30 í dag - 21.mai, var brúðarvígsla uppi á Klakki í Klaksvík. Tað var borgarstjórin, Karl Johansen, ið vígdi unga parið, ið varð komið alla ta longu leið úr Kanada til Føroya at gifta seg.
Eftir ætlan skuldu tey verið gift hin 20.mai 2020, men tá legðist allur heimurin í dvala vegna koronufarsóttina, so tann ætlanin varð av ongum og mátti tí útsetast.
Nú 5 ár seinni eydnaðist tað teimum loksins, og vit kunnu samgleðast teirra vegna og ynskja hr. & frú MacPhee hjartaliga til lukku við hjúnabandinum og Harrans ríku signing og blíðan byr framyvir.
Til hesa stórhending, ið fór fram í dag, fylgir ein long og lívsjáttandi sólskinssøga við, tí hóast tað ikki hevur verið uttan hóvasták, so er í dag sjón fyri søgn, at endin varð góður
Hvat eyðkennir tað føroyska gestablídni?
Í hesum døgum koyrir Visit Faroe Islands eitt lýsingarátak, har spurt verður, hvat ein heldur sereyðkenna tað føroyska gestablídni.
Tað var hetta lýsingarátakið saman við hesi serligu sólskinssøguni um unga brúðarparið, ið dróg meg at knappaborðinum.
Fyri mær er henda søga ein sonn og vøkur heildarlýsing, ið veruliga beinrakið lýsir arvastreingin, ja, sjálvt DNA’ið í tí sanna, føroyska gestablíðskapinum, ið føroyingurin fær i vøggugávu.
Ja, inn við í móðurmjólkini.
Telefonin, hon ringdi eina dagin
Í sólskynssøguveðrinum, seinnapartin mánadagin, varð er uppringd, tá eg var stødd á Gøtusandi. Eg tók telefonina og í hinum endanum ljóðar: “Hey! Kennir tú nakran, sum arbeiðir á Posta í Havn, sum kann hjálpa til at finna eitt burturmist kuffert og fáa tað til Klaksvíkar?”.
Røddina átti ein góð vinkona.
Talan var um eitt ungt par, ið var komið higar heilt úr Kanada higar til Føroyar at giftast. Tey høvdu leigað eina Airbnb íbúð frá vinkonuni, og nú tørvaði teimum eina hjálpandi hond, ella helst fleiri.
Tað var so óheppið, at kuffertið við brúðarstásinum var burturblivið á ferðini til Føroyar. Tey høvdu kært sína neyð fyri vertinduni, ið beinanvegin var klár at hjálpa. Tí ringdi hon til mín, tí hon hugsaði eg møguliga kundi hjálpa til við at hjálpa.
Kenni eg nakran? Eg mátti líka hugsa meg um. Tankarnir flugu runt í høvdinum... Nei, neyvan...
Å jú, halt kipp, tað geri eg.
“Jú” svaraði eg, “Eg kenni onkran!”
“Deiligt, kanst tú so kontakta viðkomandi, og vita um hann kann hjálpa?”, spurdi vinkonan.
“Jú, tað skal eg gera”, svaraði eg.
“Eg skal ringja beinanveg!”
Og so fór maskinaríðið í gongd. Hetta koma vit aftur til.
Til Føroyar at gifta seg
Tá, tann nú 33 ára gamla, frøkun Linsey Waplak og unnusti hennara, 36 ára gamli, Mitchell Macphee fyri 6 árum síðani avgjørdu, at tey vildu gifta seg, ynsktu tey at gera dagin heilt serligan og minnisríkan.
Unga parið hittist í 2016, í býnum Edmonton, í landslutinum Alberta, í Kanada, har tey bæði eru ættaði og framvegis búgva.
Á sumri í 2019 tóku tey endaligu avgerðina um at gifta seg og tá byrjaðu fyrireikingarnar til stóra dagin.
Tað er sera væl umtókt millum ung pør úti í heimi, at leita sær burtur í eksotisk lond at gifta seg. Tað ynsktu tey eisini, og valið hjá unga parinum úr Kanada varð Føroyar.
Spurd um, hví valið júst fall á Føroyar, var svarið, at tey høvdu sæð myndir úr Føroyum á Instagram og hildu fjarskotnu oyggjarnar vera framúr vakrar.
Lindesy segði, at ein mynd á paususkerminum á hennara arbeiðsteldu var hennara favorittur, men mann fær ongantíð at vita hvaðani slíkar skermyndir stava, so tað var sum at leita eftir eini nál í eini hoyrúgvu.
Myndin var av einum landslag við einum vatni yvir havinum, men hvar í heiminum talan var um, visti hon einki um.
Linsey og Mitchell greiddu frá, at tey fóru á google, at leita eftir støðum har tey kundu gifta seg. Tey leitaðu eftir støðum har vígslubrøvini vóru altjóða góðkend, uttan hóvasták. Tað vísti seg, at Føroyar poppaði upp millum tey londini í heiminum, ið eru gestablíðari, og lættast atkomulig ferðamál til slíkt høvi.
Tá hon klikti inn á myndir úr Føroyum - Voila! Tá trein tann ikoniska landslagsmyndin við vatninum yvir sjónum fram og hon greiðir frá, at hon við tað sama kendi eina brúsandi kenslu innaní sær.
Hetta kendist so løgið. “This is it!”, breyt úr henni. ”It is a sign”, legði hon afturat; sum eitt lagnumerki.
Hetta var á sumri í 2019 og tá fóru fyrireikingarnar veruliga í gongd, men hetta vísti seg ikki verða so einfalt, sum tey høvdu vónað.
Fyrsta avbjóðing – Koronafarsóttin
Tey settu seg í samband við onkran í Tórshavn, ið vísti teimum til Onnu Mariu Joensen, ið starvast hjá Klaksvíkar kommunu.
Tey greiða frá, at Anna Maria var so ómetaliga fyrikomandi og hjálpsom. Hon hjálpti teimum við øllum fyrireikingunum í mun til vígsluna, alt frá skrásetingarskjølum, uppskot um ymiskt vøkur støð í náttúruni kring um í Klaksvíkini, loyvir, samskifti við jarðareigarar og ymiskt annað.
Ætlan varð løgd um at vígslan skuldi verða uppi á Klakki við útsýnið yvir alla Klaksvíkina, Norður ígjøgnum Haraldssund, Kalsoyarfjørð og yvir Leirvíksfjørðin, yvir ímóti Eysturoynni.
Karl Johansen, borgarstjóri, skuldi standa fyri vígsluni, ið varð dagfest at vera hin 5. mai í 2020.
Unga parið samskifti við Onnu Mariu í rúma tíð fram til stóra dagin, ið verða skuldi. Tó vildi lagnan tað so, at tá alt loksins var klárt og tey stóðu klár at fara til fjarskotnu Føroyar at gifta seg, steðgaði allur heimurin upp.
Hetta var á várið í 2020, tá koronafarsóttin herjaði kring allan heimin og legði alheimssamfelagið lamið. Soleiðs varð brúdleypið avlýst/útsett á fyrsta sinni.
Onnur avbjóðing – meir lívsjáttandi
Umframt unga parið, er ein vinkona við á ferðini. Vinkonan, Elora, er fotografur og ger eina myndafrásøgn, ið skjalprógvar túrin hjá ungu komandi hjúnunum.
Í 2022 løgdu tey ætlanir á øðrum sinni at koma til Føroya, men tá gjørdist Elora, ið skuldi vera við á ferðini, við barn. Hetta endaði so við til, at tey valdu at útseta vígsluferðina á ørðum sinni. Tó var orsøkin hesuferð meir lívsjáttandi, greiður Linsey smílandi frá.
Triðja avbjóðing – ”Alle gode gange tre” ella?
Eftir at hava bíðað tolin í rúma tíð, settu tey seg í samband aftur við Klaksvíkar Kommunu, umvegis gamla teldubrævasamskiftið, tey høvdu havt, fram til á vári 2020. Á henda hátt fingu tey samband við Ragnhild Joensen, ið bygdi víðari á tað góða samskiftið, ið tey frammanundan høvdu havt við Onnu Mariu. Nú bar til, tí nú var eingin heimsumfarssótt, ið legði fótonglar.
Leiðin gekk nú loksins til fjarskotnu Føroyar. Tey fóru úr Edmonto, í Alberta í Kanda umvegis Dublin í Írlandi. Hagani til Amsterdam í Hollandi, so til Keypmannahavnar fyri síðan at seta kós mót okkara lítlu fjarskotnu oyggjum í Norður Atlandshavinum.
Leygardagin 17. mai lendu tey á flogvøllinum í Vágunum. Alt hevði hepnast væl á drúgvu leiðini higar til lands. Tað skuldi tó vísa seg, at ferðin, tá av tornaði, hóast alt ikki varð heilt uttan avbjóðingar. Tá tey loksins stóðu á flogvøllinum í Vágum og bíðaðu eftir viðførinum, vísti tað seg, at eitt kuffert manglaði. Talan var um júst tað týdningarmesta kuffertið við øllum brúðarstásinum í.
Nú vóru góð ráð dýr!
Junglutrummurnar fóru í gongd
Á Vága floghavn gera tey vart við, at tey mangla eitt kuffert. Seinnapartin sunnudagin 18.mai fáa tey boð um, at kuffertið er funnið, men at tað ikki er komið til landið.
Vinkonan/fotografurin, Elona, hevði frammanundan fingið samband við Marjuna Wolles, umvegis onkra online-lýsing. Marjun var vald til uppgávuna at pynta brúðrina á tí stóra degnum 20. mai 2025.
Tá Linsey frættir, at kuffertið ikki er í landinum, setur hon seg í samband við Marjuna og kærir sína neyð.
Marjun ger ikki matari enn at skriva eitt uppslag á facebook bólkinum “Kvinnur í Føroyum”, við yvirskriftini
“SOS!”
Víðari skrivar hon: “Liggur nakar inni við einum brúðarkjóla stødd XS ella S, sum ein kanadisk brúður kann lána til brúdleypið hjá sær týsdagin?
Tey eru komin til FO í dag og kufferti við brúðarkjólanum og krúllujarninum er blivið vekk.”
Tað gekk ein lítil løta, so raplaði inn við boðum. Ein ørgrynna av ungum føroyskum kvinnum stóðu á rað og vildu hjálpa neyðars brúðrini.
Linsey varð sjónliga rørd av hesi hending og henni fattaðist orð at lýsa sítt takksemi fyri sýndan hjálparhuga og vælvild.
Hon kundi velja og vraka ímillum kjólar og endin varð, at hon lánti ein úr rúgvuni, sum neyðloysn, skuldi tað hent, at kuffertið ikki kom fram til tíðina. -”So far so good”.
Livst so spyrst
Mánadagin 19. mai fingu tey boð um, at kuffertið var komið til landið og var ávegis til Klaksvíkar við Posta, umvegis Tórshavn.
Á trackingnummarinum sóu tey, at kuffertið var skrásett í Tórshavn, beint áðrenn kl 16.00, men tey fingu ikki meir kunning tann dagin, tí Posta var stongt.
Tá var tað, at Linsey setti seg í samband við Airbnb vertin, Vígdis, ið síðan kontaktaði meg.
Hon spurdi, um eg kendi nakran, ið kundi hjálpa brúðarparinum við at fáa fatur á kuffertinum.
Eg setti meg í samband við eina vinkonu, ið kennir ein, ið starvast hjá Posta í Havn. Har fingu vit upplýst, at kuffertið var farið til Klaksvíkar og helst var á goymsluni har. Tað var bara ikki skásett at vera komið til Klaksvíkar, tí tá var stongt. Síðan setti Airbnb verturin seg í samband við eitt starvsfólk hjá POSTA í Klaksvík.
Tað gekk ikki long tíð, so var kuffertið við brúðarstásinum komið uppá pláss uttanfyri vanliga opningstíð.
Tað nú, so víðakenda kuffertið, varð borðið, sum heitt nýbakað breyð, millum tænastusinnaðar vinir, í “forædlaðum” føroyskum gestablídni og fann leiðina “heim” í tað nýliga niðurlagda bakaríðið, ið nú húsaði unga komandi brúðarparinum, í nýbygdu “Hveitibreyðs-Airbnb” íbúðini.
Alt gekk hond í hond og tey ungu vóru so sjelaglað
Linsey og Mitchell greiddu frá, hvussu stórur lættin var, tá tey frættu at kuffertið loksins var komið fram til Klaksvíkar.
“Eg megnaði ikki at halda kenslunum aftur, men brast út í grát av berari gleði, tá eg sá Vígdis standa í hurðini við mínum kufferti”, segði Linsey og legði afturat: “Bara tankin um alla ta orku og tíð, tit øll hava lagt í fyri at hjálpa, so hetta kundi lata seg gera, er einastandandi hugvekjandi.”
Tey søgdu seg vera fyrireikaði uppá at gifta seg í sínum gerandisklæðum, men hendan stúran er av, tí øll hava verið so hjálpsom og fitt. Allur hurlivasin endaði gott og ger ferðina uppaftur minnisríkari.
“Vit fara ongantíð at gloyma, hvussu hjálpsom, vinarlig og fitt øll hava verið og ta vælvild okkum er sýnd og megna ikki at lýsa tað takksemi, vit kenna í hjørtum okkara”, segði Linsey.
Mitchell legði afturat: “Nú gleða vit okkum bara til at knýta kærleiksknútin uppi á Klakki í morgin, júst sum vit ímyndaðu okkum fyri 5 árum síðani.”
Meir enn bara eitt nummar
Mitchell legði dent á, hvussu góð kenslan var av at kenna seg sum meira enn bara eitt nummar í einum systemi, ið sereyðkennir metropolarnar. Og tað er helst eisini júst tað øvugta, ið eyðkennir okkara lítla mikrosamfelag, her flestøll kenna hvønn annan ella onkran, ið kennir ein annan felags vin ella kenning. Vit er meir enn bara eitt nummar, men menniskjaliga viðrið hevur ein størri leiklut. Øll eru tilreiðar at hjálpa, tá ið á stendur og tað gongur skjótt fyri seg.
Tey nevndu fleiri ferð, hvussu gott tað kendist at gera móttikin sum annað og meir enn bert eitt nummar í eini heildarskipan og hvussu gott og trygt tað í síni heild kendist, at fólk her í Føroyum eru so blíð, fyrikomandi og hjálpsom.
Takksom fyri hjálp og gestablídni
Við viðmæli frá fremmandu gestunum, nýgiftu harra og frú Machee, fari eg at lýsa sereyðkennið fyri tað føroyska gestablídni við at endurtaka teirra lýsing.
Tey siga, at fólk í Føroyum eru ómetaliga blíð, fyrikomandi, hjálpsom og framúr tænastusinnað. Hetta eru tey sera, sera takksom fyri at hava upplivað ágóðan av.
“Vit kunnu ikki lýsa í orðum, tað takksemiskenslu vit bera í barmi við okkum heimaftur!”
Komandi dagarnar fara tey at ferðast runt í Føroyum, áðrenn leiðin gongur heimaftur til Kanada. Á heimferðini gera ein lítlan støðg í Írlandi, har tey ætla at vitja norðara part av landinum. Í juni flúgva nýgiftu hjúnini úr Írlandi heimaftur til Kanada.
Til Klaksvíkar at giftast
Anna Maria Joensen, ið starvast hjá Klaksvíkar kommunu sigur, at tað eru mong fremmand, ið leita sær til Klaksvíkar at gifta seg, og tey verða øll eins og væl móttikin.
Í Klaksvíkar kommunu eru vit ómetaliga glað og fegin um, at fólk leita sær hendavegin at gifta seg, tí leggja vit stóran dent á at gera løtuna serliga og vakra fyri brúðarparið, leggur hon afturat.
Talan er jú um nakað heilt serligt, tá tvey menniskju velja at ganga saman í hjúnarlag, tí vilja vit gera løtuna vakra og taka serlig atlit til høvuðspersónarnar.
Umsitingarliga eru vit eitt nummar í eini journalskipan, og har verður alt fyrireikað og viðgjørt, sum vanligt eftir fyriskipan. Men, vit eru so nógva meira enn bara eitt nummar, so umframt hetta, ynskja vit at leggja serligan dent á tann menniskjaliga partin, har vit møta menniskjunum og gera okkara til at løtan verður so persónlig og serstøk, sum vit megna, teirra vegna.
Og sigast kann ikki annað enn, at gerð fylgir ætlan og ynski, tí tað hevur í øllum førum eydnast teimum í umsitingini í Klaksvíkar kommunu at taka atlit til tann menniskja liga partin. Unga parið er í øllum førum ovfarið av teirri góðu móttøku og viðferð teimum hevur verið sýnd.