Lýsing
Lýsing
Lýsing

Gongutúrur niðan á Klakk á Borðoynni

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.05.2025 - 14:00 Tíðindi

Um viðrar fara vit ein gongutúr niðan á Klakk, í Klaksvík, mikudagin 11. juni kl. 17.00

 

Vit møtast á parkeringsøkinum hjá Tekninska skúla og koyra saman niðan á Háls, har fra vit fara til gongu. Aftaná verður ábit og drekkamunnur at fáa.

Øll, sum hava ella hava havt krabbamein, eru vælkomin við. Hetta er ein tyngri túrur, tað gongur niðan á allan vegin, tó er undirlagið gott at ganga á. Verið ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm.

Eftir túrin bjóðar Krabbameinsfelagið ábit og drekkamunn, og tí er tað neyðugt at boða frá luttøku.

Heidi Hvidbro verður ferðaleiðari og tað eru hjálparbólkarnir hjá Krabbameinsfelagnum, sum skipa fyri.

Hevur tú hug at koma túr við okkum? Ring á telefon 317959, send eini smsboð á 217956 ella send okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo innan týsdagin 10. juni kl. 12.00.

Lýsing
Seinastu tíðindini
STEINWAY-KONSERT Í KLAKSVÍK
SOS brúðarkjóli!
Venjaraeffektir­nar eru sjónligar
Dávur: Norð­oyastevnuskráin er rúgvusmiki…
Nýtt og gott gamalt á Norð­oyastevnu
Er partur av Stýrisskipanar­lóg­ini farin…
Gongutúrur niðan á Klakk á Borðoynni
Hjalgrím vitjar Norðlýsið
John, Tommy og Abbas
Málverju- og fótbólts­skúli í Gundadali v…
Qigong í Klaksvík við Krabbameins­felagnu…
Nýggj trio við Leu, Elinborg og Katrín ú…
Fær takkarløn fyri óteljandi tímar av sj…
Nú verður skjótari at fáa pakkan heim
Myndarøð: KÍ - AB
KÍ vann seg næstan í finaluna um løgmans…
Kappingarførið má aftur á dagsskránna
Ársins Ódnartak 2025
2024 gjørdist enn eitt gott ár hjá Arbei…
Upptakt: KÍ-AB