2024 gjørdist enn eitt gott ár hjá Arbeiðsloysisskipanini
Stýrið fyri ALS hevur samtykt ársroknskapin hjá ALS fyri 2024.
Roknskapurin vísir eitt avlop á 210 mió. krónur, sum er tað næst mesta í søguni hjá ALS. Bert í 2023, tá ársúrslitið var eitt avlop á 225,8, var ársúrslitið betri enn í 2024.
Eginognin hjá ALS er nú komin upp á 1.549 mió. krónur.
Lága arbeiðsloysið stóð við í 2024
Hóast arbeiðsloysið kvinkaði eitt vet uppeftir í 2024, so var tað tó enn sera lágt, og triðja árið á rað var arbeiðsloysið 1% ella niðan fyri tað.
Í miðal fyri alt árið var arbeiðsloysið í 2023 0,8%, meðan tað í 2024 var 1,0%.
Lága arbeiðsloysið í Føroyum var tað lægsta ellinda árið á rað samanborið við onnur lond í Evropa, og tað eru bara nøkur heilt fá lond í heiminum, har arbeiðsloysið er lægri enn í Føroyum.
ALS-gjaldið lækkaði úr 1,0% niður í 0,8% 1. januar 2024. Hóast lækkingina vóru samlaðu inngjøldini 196,1 mió. krónur, sum er 36,1 mió. krónur minni enn í 2023. Minkingin er á leið tað, sum roknað varð við, tá gjørt varð av at lækka ALS-gjaldið.
Útgjøldini av arbeiðsloysisstuðli vóru næstan tey somu í 2024 sum árið fyri – 58,4 mió. krónur í 2024 í mun til 58,3 mió. krónur í 2023.
Samlaða útgjaldið av arbeiðsloysisstuðli úr fiskavirkisskipanini minkaði við 11,3 mió. krónum, meðan samlaða útgjaldið av vanligum arbeiðsloysisstuðli hækkaði við 11,3 mió. krónur. Høvuðsorsøkin til tað er, at tá minni var at gera á fiskavirkjunum, fluttu fólk úr fiskavirkisskipanini yvir í vanligu arbeiðsloysisskipanina.
Skiftisavlopið – tað er munurin millum samlaðu inngjøldini og samlaðu útgjøldini – gjørdist eitt avlop á 138,9 mió. krónur í 2024 í mun til 175,2 mió. krónur í 2023.
Samlaðu starvsfólkakostnaðirnir vóru 17,9 mió. krónur.
Rakstrarkostnaðirnir vóru 4,6 mió. krónur. Tað var ein minking á 0,7 mió. krónur svarandi til 13,2% í mun til árið fyri. Undantikið í 2022 vóru rakstrarkostnaðirnir í 2024 teir lægstu síðani 1995.
Samlaðu virðisbrævaognirnar vuksu við sløkum 196,5 mió. krónum og vóru 1.470,7 mió. krónur við árslok í 2024.
Bæði 2023 og 2024 royndust væl í mun til avkast av fíggjarognunum. Í 2023 vóru inntøkurnar av fíggjarognunum 73,9 mió. krónur, sum svaraði til eina renting á 6,5%. Í 2024 vóru inntøkurnar av fíggjarognunum 94,9 mió. krónur, sum svaraði til eina renting á 7,1%.
Harvið vóru samlaðu fíggjarinntøkurnar 12,7 mió. krónur hægri enn samlaðu útgjøldini av arbeiðsloysisstuðli, allir starvsfólkakostnaðirnir og allir rakstrarkostnaðir tilsamans.
Ársúrslitið í 2024 var eitt avlop á 210,0 mió. krónur, sum er 15,8 mió. krónur minni samanborið við 2023, tá ársúrslitið var eitt avlop á 225,8 mió. krónur.
Við árslok var eginognin 1.543 mió. krónur, sum er tað mesta í søgu ALS.
”Stýrið og stjórnin fyri ALS eru væl nøgd við úrslitið. Lækkingin í ALS-gjaldinum frá ársbyrjan 2024 hevur havt ta væntaða úrslitið, og Arbeiðsloysisskipanin er nú so væl fyri fíggjarliga, at stýrið hevur heitt á landsstýriskvinnuna at lækka ALS-gjaldið enn meiri. Hesaferð niður í 0,6%. Væntandi fær tað virkna frá komandi ársskifti. Við munagóðu avlopunum seinastu árini er Arbeiðsloysisskipanin styrkt fíggjarliga, haldførið er gott, og skipanin er fíggjarliga væl fyri at standa ímóti bakkøstum, sum kunnu koma”, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri hjá ALS