Lýsing
Lýsing
Upptakt: KÍ-AB
Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið.
KÍ fær vitjan av AB, sum liggur á 3. plássi í 1.deild. AB hevur bara tapt ein dyst í ár og í kappingini um løgmanssteypið hevur AB longu sent FC Suðuroy og EB/Streym út úr kappingini.
Hjá KÍ hava sjúka og skaðar rakt hópin síðstu vikuna og m.a. tí hevur KÍ bara havt eina venjing síðani HB-dystin. Claes Kronberg er framvegis skaddur, meðan Sebastian John, Páll A. Klettskarð og René S. Joensen allir eru ivasamir vegna skaðar.
Dysturin byrjar kl. 18.30. Dómari verður Rani A. Skaalum.
Seinastu tíðindini