Lýsing
Lýsing
Varpið klárt til Norðoyastevnuna
Tað er hent nóg uttanfyri Varpið seinnu tíðina, har fortov er lagt og frá fortovinum og inn móti húsinum við suðurendan, eru eisini lagdir flísar.
Hesum arbeiðið hevur KHJ Nýgerð staðið fyri, sum prýðir rættiliga væl um.
Síðani hevur TTS lagt ljós leiðingar til plantuopini á trappuni.
Í dag hevur so býargartnarin sett krúnuna á verkið við at setan runnar og tætan lágan vøkstur í blómukassan og plantuopini á trappuni, sum langt um leingi eru komin til sín rætt.
Hetta er ein vøkur sjón – og sum árini líða verður enn vakrari við prýðiligum trækrúnum.
Seinastu tíðindini