Lýsing
Lýsing
Lýsing

Av Kallinum á summarskeið á Syðradali

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  18.05.2025 - 23:04 Mentan Myndarøð Tíðindi

Mánadagin í vikuni sum fór, vitjaðu undirritaði og Snorri Waage, íslendingur, í Kalsoynni. Hann var komin hendan vegin úr Reykjavík við 90 ára gomlu mammu síni, ið er ættað av Selatræð, men sum at kalla alt sítt langa lív hevur búleikast á Íslandi

Sum vera man, so funnu kvinnurnar í familjuni skjótt saman, imeðan vit báðir Snorri valdu at gera nakrar útferðir í Føroyum.

Túrurin í Kalsoynna gjørdist sera góður, veðrið var av tí allar besta og vit vitjaðu Mikladal, kópakonuna og Trøllanes, har vit valdu at ganga túrin út á Kallin. Um gøtuna á Kallin er skrivað aðrastaðni her á Norðlýsinum. Vit báðir tóku nógvar myndir, her tit síggja eina blanding av myndum okkara niðanfyri. Men túrurin hjá okkum endaði á Syðradali, har eg valdi, at vit báðir skuldu fara inn at vitja skúlan á Syðradali.

Tað vísti seg, at vit komu beint í eitt Summarskeið hjá kvinnum, ið Paulina M. K. Eliasen stóð fyri.

Um hesi summarskeiðini sigur Paulina soleiðis:

Summarskeidini á Syðradali.

Í nógv ár hava tað verið summarskeið í skúlanum á Syðradali, tað eru 6 skeiðir hvørt ár, næmingarnir byrja mánamorgun kl. 8,30 og undirvíst verður til kl. 14,50.

Oftast mánadag til fríggjadag, og um heiligdagar eru , er frídagur og so verður undirvíst leygardag, umleið 60 næmingar koma til hesi skeiðini.

Dagurin byrjar við morgunsangi,  og undirvíst verður í brodering, og ymiskum øðrum handarbeiði, nógvir av næmingunum gista á Kalsoynni ,har Paulina kann vísa á ymisk hús til leigu, ofta koma fleiri saman, og hugna sær í frítíðini, í dag er tað næsta skeiðið liðugt, og um eina viku byrjar triðja skeiðið.

Við tí góða sambandinum nú ber eisini til at reisa ímillum.

Jú víst eru møguleikar á teimum smærru oyggjunum, tað er bara at fáa eyga á teir.

Hesi skeiðini eru undir Klaksvíkar kvøldskúla.

Ein sera góður og gevandi túrur var komin at enda har Kallurin, Kópakonan og ikki minst James Bond eins og skeiðið hjá Poulinu settu dám á túr okkara.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­fundu­rin Miðfloksins verður komandi…
Málið um Suðuroyar­tunnil dettur burtur
Gólvið Í KÍ høllini verður skift
Suðuroyar­tunnilin aftur í nevnd
Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur í…
Bjarni: Samgonguting­fólk eru bukkaði und…
Sólvit: Málið um Suðuroyar­tunnilin skal…
Framsókn stendur við skegginum í postkas…
Málið um íleggingargrunnin aftur í nevnd
Ruth: Ongin Suðuroyar­tunnil uttan pensió…
Eirikur: Pensjónsmál­ini verða tikin aftu…
Seinasta hond løgd á Norð­oyastevnublaðið
Tingfundu­rin niðurlagdur til kl. 13
Liljan uppsagt clearingsavtalu við Fólka…
Frimodt tikið sæti á tingi
Tingfundu­rin niðurlagdur til kl. 11
Stakkavík sløk 6.000 pund
Lágir prísir, men alingin gekk væl 
Av Kallinum á summarskeið á Syðradali
Sól og summar: KÍ kvinnur - B36