Lýsing
Lýsing
Lýsing
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, framman fyri básin á sjógætismessuni í Barcelona, ið varð hildin fyrr í mai | Mynd: Jóhann Lützen

Lágir prísir, men alingin gekk væl 

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.05.2025 - 09:06 Tíðindi Vinna

Rakstrarúrslitið í fyrsta ársfjórðingi 2025 fyri alt Bakkafrost samtakið var 505 milliónir krónur, samanborið við 710 milliónir fyrsta ársfjórðing í fjør. 

 

 

 

 

Tøkan í Føroyum var 18.914 tons og í Skotlandi 6.286 tons, í mun til ávikavist 14.294 tons og 7.263 tons sama tíðarskeið í fjør.

 

Lívfrøðiliga gongdin var góð. Bæði í Føroyum og Skotlandi vóru lúsatølini lág, og miðalvektin á tikna laksinum høg, serstakliga í Skotlandi.  

 

Í viðmerking til úrslitið sigur Regin Jacobsen, stjóri: 

”Samanumtikið, eru vit nøgd við úrslitið í hesum ársfjórðinginum.

Alingin í Føroyum gekk væl bæði á sjógvi og á landi. Lívfrøðiliga gongdin var góð, við góðum vøkstri, lágum lúsatølum og støðugari tøku av stórum og góðum fiski. Smoltframleiðslan á landi heldur fram at seta met í framleiðslu av stórum dygdarsmolti. Hetta hevur jaliga ávirkan á okkara framleidni og kostnað. 

Í Skotlandi fylgja vit miðvíst okkara strategisku kós um at basa lívfrøðiligum avbjóðingum í sjógvalingini við at seta stór dygdarsmolt á sjógv, eins og í Føroyum. Vit eru væl ávegis við at økja framleiðsluna á Applecross smoltstøðini, og so hvørt stór hágóðsku-smolt vera sett á sjógv , vænta vit eina munandi betring í rakstrinum og úrtøkuni í Skotlandi. 

Laksamarknaðurin hevur verið avbjóðandi í ársfjórðinginum. Prísurin var góður í januar, men fall síðani munandi – og nógv meira enn flestu høvdu væntað. Hetta kemst fyrst og fremst av størri útboði, serliga úr Noregi, har lívfrøðiliga gongdin hevur verið góð. Úr Noregi er útboðið av heilum laksi økt 38%.  Hetta hevur viðført, at laksaprísurin er lækkaður munandi. 

Okkara stóru verkætlanir - smoltstøðirnar í Applecross og Skálavík, og útbyggingin av fóðurverksmiðjuni hjá Havsbrún - halda fram sambært ætlan. Hesar verkætlanir eru týdningarmiklar fyri at røkka okkara strategisku málum. ” 

 

Roknskapurin fyri  fyrsta ársfjórðing 2025 er tøkur á heimasíðu felagsins, www.bakkafrost.com 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­fundu­rin Miðfloksins verður komandi…
Málið um Suðuroyar­tunnil dettur burtur
Gólvið Í KÍ høllini verður skift
Suðuroyar­tunnilin aftur í nevnd
Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur í…
Bjarni: Samgonguting­fólk eru bukkaði und…
Sólvit: Málið um Suðuroyar­tunnilin skal…
Framsókn stendur við skegginum í postkas…
Málið um íleggingargrunnin aftur í nevnd
Ruth: Ongin Suðuroyar­tunnil uttan pensió…
Eirikur: Pensjónsmál­ini verða tikin aftu…
Seinasta hond løgd á Norð­oyastevnublaðið
Tingfundu­rin niðurlagdur til kl. 13
Liljan uppsagt clearingsavtalu við Fólka…
Frimodt tikið sæti á tingi
Tingfundu­rin niðurlagdur til kl. 11
Stakkavík sløk 6.000 pund
Lágir prísir, men alingin gekk væl 
Av Kallinum á summarskeið á Syðradali
Sól og summar: KÍ kvinnur - B36