
Málið um Suðuroyartunnil dettur burtur
Eftir at uppskotið um at hækka pensjónsaldurin varð tikið aftur, legði Sólvit Nolsøe í Framsókn fram eitt uppskot um at beina Suðuroyartunnilin aftur í nevnd. Tað varð samtykt 17-15, men samstundis vita vit, at øll mál, sum ikki eru samtykt í eini tingsetu, falla burtur. Skal nevndarviðgerð hesumegin ólavsøku geva meining, má tingið tí kallast saman aftur áðrenn ólavsøku at samtykkja tað við 3. viðgerð – og tað fer ikki at henda, tí tá er tað leyst av málinum um pensjónsaldur.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, sigur, at ikki fyrrenn í heyst fer at verða arbeitt víðari við málinum hjá undankvinnu hansara, Sirið Stenberg, um at hækka pensjónsaldurin. Er tað so, sum mong tingfólk tykjast halda, at málini um pensjónsaldur og Suðuroyartunnil hanga saman, so verður tað, sum fleiri tingfólk úr Suðuroynni óttaðust – at avgerðin um at beina tunnilin aftur í nevnd er tað sama sum at koyra uppskotið í skrell.
Tað er ikki hugsandi, at samgongan – og slett ikki Framsókn – fer at samtykkja Suðuroyartunnilin áðrenn ólavsøku, um pensjónsaldurin ikki verður hækkaður við sama høvi ella áðrenn. Tað gjørdi Ruth Vang klokkuklárt í dag. Ein teoretiskur møguleiki er fyri, at andstøðan kann bera Suðuroyartunnilin ígjøgnum saman við Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, men so er samgongan heilt víst fokin. Og vildu tey tað, so var gylta høvið til tað júst í dag.
Jenis av Rana í Miðflokkinum, Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum og Bjarni Hammer í Javnaðarflokkinum vóru á einum máli um, at tað at beina málið aftur í nevnd seinasta tingdag í setuni var tað sama sum at skrotta tað. Og sambært Stýrisskipanarlógini, §15, stk. 3, er tað eisini so. Tí gerst ein viðgerð av málinum í Fíggjarnevndini, hagar tað varð beint aftur, meiningsleys.
Uppskotið um Suðuroyartunnil má leggjast fram av heilt nýggjum eftir ólavsøku. Og tá kann tað væl vera eitt heilt øðrvísi uppskot.