Lýsing
Lýsing
Lýsing

STEINWAY-KONSERT Í KLAKSVÍK

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  21.05.2025 - 22:00 Mentan Tíðindi

Hóskvøldið 22. mai kanst tú uppliva fyrstu Spirio-konsertina í Varpinum.

Navnframi norski Steinway-artisturin, Esben Berg framførir í Steinway Piano Gallery - Oslo, og solo-konsertin verður beinleiðis stroymd til onnur Spirio-flygil í Norðanlondum og kring allan heimin.

Hetta merkir, at vit kunnu bæði síggja og hoyra forkunnugu konsertina úr Oslo, live heima í Klaksvík – í høllini í Varpinum. Flýglið í Varpinum, sum er eitt Steinway 274 D - SPIRIO, spælir júst tað, Esben Berg framførir í Oslo í teirri løtu, vit sita í Klaksvík og lurta! 

Vit hoyra framførsluna umvegis okkara egna Spirio-flygil, og síggja samstundis klaverleikaran spæla á stórskíggjanum.

Esben greiðir stutt frá, hvat hann spælir, og vit síggja hann spæla umvegis fýra ymisk myndatól á stórskíggja.

Konsertin, sum er almenn og ókeypis, byrjar kl. 18:00 (føroyska tíð)

Vælkomin forkunnugu løtu, sum er undir ein tíma!

Lýsing
Seinastu tíðindini
STEINWAY-KONSERT Í KLAKSVÍK
SOS brúðarkjóli!
Venjaraeffektir­nar eru sjónligar
Dávur: Norð­oyastevnuskráin er rúgvusmiki…
Nýtt og gott gamalt á Norð­oyastevnu
Er partur av Stýrisskipanar­lóg­ini farin…
Gongutúrur niðan á Klakk á Borðoynni
Hjalgrím vitjar Norðlýsið
John, Tommy og Abbas
Málverju- og fótbólts­skúli í Gundadali v…
Qigong í Klaksvík við Krabbameins­felagnu…
Nýggj trio við Leu, Elinborg og Katrín ú…
Fær takkarløn fyri óteljandi tímar av sj…
Nú verður skjótari at fáa pakkan heim
Myndarøð: KÍ - AB
KÍ vann seg næstan í finaluna um løgmans…
Kappingarførið má aftur á dagsskránna
Ársins Ódnartak 2025
2024 gjørdist enn eitt gott ár hjá Arbei…
Upptakt: KÍ-AB