Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ misti sigurin í yvirtíðini

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  16.05.2025 - 20:43 Ítrottur Tíðindi

KÍ var áveg móti enn einum sigri, men í yvirtíðini bleiv HB fyrsta liðið, sum vann stig móti KÍ í ár.

Veðrið var av tí fagrasta og nógvir áskoðarar, serliga hjá útiliðnum, vóru møttir. Fótbóltslíkindini vóru tó ikki tey bestu og tað hevði helst sína ávirkan á, at hetta bleiv ikki nakar góður dystur.

KÍ kom á odda uppá eitt sera tilvildarligt álop. Eitt miseydnað innlegg frá Robert Williams endaði á stongini. Bólturin kom útfrá til Patrik Johannesen, sum bara skuldi raka málið. Annars hendi ikki tað stóra frammanfyri málinum, tó at bæði liðini royndu og onkuntíð var nær við.

Í seinna hálvleiki var tað sum, at KÍ stýrdi dystinum. KÍ fekk møguleikarnar sum vóru, men leikararnir vóru óneyvir, tá hesir komu, og so var eitt HB-bein sum oftast fyri. Tá ein bara førir við einum máli, so sigur eitt fótbóltsástøði, at ofta fær mótstøðuliðið ein málmøguleika móti endanum, og tað var hetta sum hendi. Hóast einki trýst, so kom HB til eitt innlegg í yvirtíðini, bólturin ferðaist aftur og fram og endin var, at Sammy Skytte sendi bóltin uppundir nettakið til 1-1 og stutt eftir bríkslaði dómarin dystin av.

Talan var um vánaligt undirhald stóran part av dystinum, og tað kann hava sínar orsøkir. Hjá KÍ kann tað skyldast, at sjúka og skaðar hava gjørt um seg í vikuni. M.a. var Páll A. Klettskarð ikki førur fyri at byrja inni og Patrik Johannesen ikki førur fyri at spæla allan dystin. Hetta eru teir báðir saman við Árna Frederiksberg, sum standa fyri næstan øllum málunum hjá KÍ og sum vanliga spæla allar minuttirnar. Hetta gjørdi, at KÍ royndi nýggja samanseting, har Patrik og René S. Joensen vóru teir fremstu. Men KÍ, sum samanlagt var omaná leikliga, fekk eina leiðslu tíðliga í dystinum og hevði eitt úrslit at spæla uppá í nógva hitanum, sum helst eisini spældi inn. Ímun til FM-stríðið kann KÍ betri liva við javnleikinum enn HB, men stóri vinnarin var NSÍ, sum við sigri á FC Suðuroy í morgin kann minka munin niður til eitt stig í spennandi tvídystinum um meistaraheitið, sum eftir hetta úrslitið bleiv enn meira spennandi.

KÍ spælir aftur longu týsdagin, tá fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið er á skránni í Klaksvík, har AB vitjar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen
Sí lutakastið her
Sesilia Biskopstø gjørdist fyrsta pisan…
Norðlýsið fylgir við lutakasti­num beinle…
Beinleiðis spurnarkapping á Norð­lýsi­num…
Tummas Lervig vitjar Norðlýsið
Hvat er ætlanin við pisshúsi­num?
Hjartans tøkk
100 pund uppá stampin
Hesum sjey liðunum kann KÍ møta
Broyting í byggisamtykt­ini fyri økið Upp…
Trivnaðar­nevndin vitjar eitt fosturheim
Løgmaður á vitjan hjá Føroya Politi
Fátækraváði, mótrokning og tóm lyfti
Sílið og Fípan Fagra hava langar sigursr…
Vit mugu basa arbeiðsvannlukkum
Fróði Benjaminsen skal venja KÍ í 2027 o…
- Dómarafokusið er á spælitíð og tempo í…
Í morgin verður Champions League lutakas…
50% av tryggingarkostnaði­num, tá ið ung…