Lýsing
Lýsing
Lýsing

Páll A. Klettskarð avgjørdi í yvirtíðini í dramatiskum dysti

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.04.2025 - 20:59 Ítrottur Tíðindi

Innskifti Dávid B. Andreasen legði innfyri, har ein annar klaksvíkingur stóð klárur og so hevði Páll A. Klettskarð avgjørt steypadystin í Gundadali í yvirtíðini fyri KÍ móti HB.

Eitt reytt kort til KÍ tíðliga í seinna hálvleiki kundi havt kostað, men KÍ vildi tað øðrvísi og í yvirtíðini avgjørdi Páll A. Klettskarð.

Tað bleiv ein sera undirhaldandi dystur, har KÍ var greitt betra liðið allan fyrra hálvleik og eisini fekk einasta málið, sum Patrik Johannesen skoraði. Tá eitt korter var farið av seinna hálvleiki fekk Ahmed Latof sítt seinna gula kort og harvið skuldi KÍ spæla við 10 móti 11. Hetta reyða kortð má KÍ-venjarin taka á sín kappa, tí langt áðrenn hetta skuldi hann havt tikið Ahmed Latif út, sum frammanundan hevði lenað seg upp móti einum korti og sum áður hevur fingið nógv kort. HB kundi javnað beint aftaná, men KÍ bjargaði á mállinjuni. KÍ hevði framhaldandi gott tamarhald á, men eitt sindur burturúr ongum javnaði HB og so væntaðu tey flestu, at nú lá tað til HB. Men KÍ hótti allatíðina móti ótryggu HB-verjuni, íroknað málverjanum. Innskifti Dávid B. Andreasen var sera eyðsýndur, og tað var hann sum átti uppleggið, tá Páll A. Klettskarð í yvirtíðini avgjørdi eftir eitt trýst frá KÍ.

Bláa Bylgjan setti góðan dám á dystin og KÍ-viðhaldsfólkini kundu fara fegin norður aftur við einum sjálsomum sigri í kappingini um løgmanssteypið móti einum topp 5 liði. Tað er bara hent einaferð áður síðani 2016.

KÍ spældi sum heild ein góðan dyst og hevði sigurin fult uppibornan. Fleiri leikarar spældu fyri fyrstu ferð í ár frá byrjan. Serliga argentinski miðverjin Gaston Tellechea spældi ein góðan dyst. Dysturin má eisini verða ein lærupeningi hjá KÍ-venjaranum, tí eitt slíkt reytt kort kundi ein annan dag lættliga havt oylagt ein dyst, sum KÍ annars hevði fult tamarhald á. KÍ møtir B36 á heimavølli í fjórðingsfinaluni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð avgjørdi í yvirtíð­ini…
Umhvarvið í býnum broytist
Tað gongur strúkandi hjá Pado
Milliónir til skúlar í Norð­oyggjum
Tøk pláss á Tøknibreytini
Barbara nýggj í Samskifti
Føroya Handverkara­felag havt aðalfund
Útróðrarbátar­nir fiska mest tosk
Umhvørvisstovan: Hans er nýggjur deildar…
EPC vitjaði í Føroyum
Bónuskappingin: Mjølnir - Fleyr í kvøld
Sexchikana og sexisma – gentur og kvinnu…
Kunningartiltak um demens og tilboð til…
Vilt tú umboða Føroyar í Kanada?
Jastrud og Sámal - Jarnbrúdleyp
Steintór Rasmussen í Høllini í Kaldbak,…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Framtíðin krevur dirvi – Sjálvstýri er k…
KÍ hevur vunnið ein av 10 dystum móti to…
FM í talvi á Skúlatrøð