Lýsing
Lýsing
Lýsing
Løgtingið skal týsdagin 8. apríl taka støðu til bæði játtan/eykajáttan til Tekniska Skúla i Klaksvík og Húsarhaldsskúla Føroya. | Mynd: Føroya Løgting.

Milliónir til skúlar í Norðoyggjum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  07.04.2025 - 15:58 Mentan Politikkur

Á løgtingsfundinum týsdagin 8. apríl koma tvey mál fyri á Løgtingi, sum snúgva seg um játtanir og eykajáttanir til skúlar í Norðoyggjum. Tekniski Skúli skal hava játtan til eina aula, og Húsarhaldsskúlin skal fáa eina eykajáttan. Men har er ein baktanki við uppskotinum um Tekniska Skúla.

Skotið verður upp at játta í mesta lagi kr. 29,8 milliónir til at gera eina aula á Tekniska Skúla. Játtanin skal veitast sum rentu-og avdráttarfrítt stuðulslán til sjálvsognarstovnin Tekniska skúla í Klaksvík við tí treyt, at landið lýsir veðrætt í skúlanum svarandi til samlaða kostnaðin av verkætlanini. Í uppskotinum stendur:

”Tekniska Skúla í Klaksvík tørvar eitt savningarstað, har næmingar, lærarar, starvsfólk og onnur atknýtt kunnu savnast til samkomur, fyrilestrar, prógvhandanir og onnur tiltøk, sum eru vanlig í einum skúla. Ein nýggj aula, ið verður umleið 480 m² til støddar, verður tí bygd uppí skúlan. Umframt nýbygging fevnir verkætlanin eisini um at umbyggja umleið 510 m² í verandi bygningi, har m.a. kantinuøkið verður víðkað. Til størri samkomur í skúlanum kann aulan rúma umleið 400 sitandi gestum.”

Eisini stendur, at aulan gevur Tekniska Skúla møguleika fyri at vera eitt stað, har handverkara-FM kann haldast framyvir.

Øll Fíggjarnevndin er samd um hetta.

Men so stendur eisini, at møguliga verður farið frá skipanini við sjálvsognarstovni, og tað merkir, at Tekniski Skúli møguliga gerst ein almennur stovnur á linju við aðrar miðnámsskúlar. Hetta er ikki heilt avgjørt enn, men fundur verður í Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum um tað í næstum. Stýrið leggur dent á, at samband er millum yrkisútbúgvarnar og vinnulívið.

Hvat viðvíkir Húsarhaldsskúlanum, so skulu 9 milliónir játtast til hann sum eykajáttan. Her er talan um eina 1. viðgerð í samlaða pakkanum um várumfarið av eykajáttanum, so vit vita ikki enn, hvør undirtøkan er fyri hesum, men tað fáa vit at vita í næstum. Uppskotið er sera stuttorðað og fámælt, men tó verður nevnt, at tað snýr seg um næmingaheimið á skúlanum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Páll A. Klettskarð avgjørdi í yvirtíð­ini…
Umhvarvið í býnum broytist
Tað gongur strúkandi hjá Pado
Milliónir til skúlar í Norð­oyggjum
Tøk pláss á Tøknibreytini
Barbara nýggj í Samskifti
Føroya Handverkara­felag havt aðalfund
Útróðrarbátar­nir fiska mest tosk
Umhvørvisstovan: Hans er nýggjur deildar…
EPC vitjaði í Føroyum
Bónuskappingin: Mjølnir - Fleyr í kvøld
Sexchikana og sexisma – gentur og kvinnu…
Kunningartiltak um demens og tilboð til…
Vilt tú umboða Føroyar í Kanada?
Jastrud og Sámal - Jarnbrúdleyp
Steintór Rasmussen í Høllini í Kaldbak,…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Framtíðin krevur dirvi – Sjálvstýri er k…
KÍ hevur vunnið ein av 10 dystum móti to…
FM í talvi á Skúlatrøð