Barbara nýggj í Samskifti
Barbara Maria Lamhauge er nýggj í nevndini í felagnum Samskifti.
Hósdagin 3. apríl var aðalfundur í felagnum Samskifti. Allir nevndarlimir stóðu fyri vali, og Tór Verland Johansen tók ikki við afturvali. Nývald í nevndina er Barbara Maria Lamhauge frá Sansum.
Nevndini í Samskifti er sostatt mannað soleiðis
- Michael Koba, Kovboy Film
- Rókur Jákupsson Jakobsen, Virka
- Niels Uni Dam, Nudlavirkið
- Barbara Maria Lamhauge, Sansir
Nevndin skipar seg á næsta nevndarfundi.
Stutt um Samskifti
Samskifti, sum kallaðist Reklamufelagið fram til 2009, var stovnað í 2002. Endamál felagsins er at savna føroysku lýsingarfyritøkurnar og taka sær av teirra yrkisligu, felagsligu og fíggjarligu áhugamálum.
Samskifti arbeiðir fyri, at lýsingarfyritøkur skulu hava góðar og javnbjóðis treytir at virka undir. Felagið vil, at útboð eru gjøgnumskygd og væl úr hondum greidd.
Les meira um felagið her.