Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: HB-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  07.04.2025 - 07:08 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld verða klassikarin í føroyskum fótbólti sum fer at avgera, hvat av hesum báðum liðunum skal luttaka í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Hjá KÍ er ivamál um Deni Pavlovic, René S. Joensen og Claes Kronberg, meðan HB hevur spælt síðstu dystirnar uttan Viljorm Davidsen, Ejvind R. Mouritsen og Ára M. Jónsson. HB hevur øll hagtølini við sær, tí KÍ hevur tapt í fyrsta umfari í fýra av síðstu fimm árunum og bara einaferð síðani 2016 hevur KÍ vunnið móti einum topp 5 liði í steypakappingini. Hinvegin hevur HB vunnið løgmanssteypið í 2019, 2020, 2023 og 2024. Í landskappingini hevur KÍ ikki skorað í Gundadali móti HB síðani 2023. Í fjør tapti KÍ 1-0 og 3-0 í Gundadali, meðan HB í kappingini um løgmanssteypið vann 3-2 í Klaksvík í 1. umfari.

Dysturin í Gundadali byrjar kl. 18.30. Dómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Umhvarvið í býnum broytist
Tað gongur strúkandi hjá Pado
Milliónir til skúlar í Norð­oyggjum
Tøk pláss á Tøknibreytini
Barbara nýggj í Samskifti
Føroya Handverkara­felag havt aðalfund
Útróðrarbátar­nir fiska mest tosk
Umhvørvisstovan: Hans er nýggjur deildar…
EPC vitjaði í Føroyum
Bónuskappingin: Mjølnir - Fleyr í kvøld
Sexchikana og sexisma – gentur og kvinnu…
Kunningartiltak um demens og tilboð til…
Vilt tú umboða Føroyar í Kanada?
Jastrud og Sámal - Jarnbrúdleyp
Steintór Rasmussen í Høllini í Kaldbak,…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Framtíðin krevur dirvi – Sjálvstýri er k…
KÍ hevur vunnið ein av 10 dystum móti to…
FM í talvi á Skúlatrøð
Upptakt: HB-KÍ