Lýsing
Lýsing
Lýsing

Framtíðin krevur dirvi – Sjálvstýri er kósin

SKRIVAÐ: Sjálvstýri  |  07.04.2025 - 10:45 Politikkur Tíðindaskriv

Á landsfundinum hjá Sjálvstýri, sum var hildin leygardagin, varð sjóneykan sett á ríkisfelagsskapin, bústaðarkreppuna og á fólkavøkstur og javnstøðu.

 

Sámal Petur í Grund greiddi frá, hvussu ein nýggj skipan í staðin fyri ríkisfelagsskapin kann styrkja Føroyar. Eyðun Mørkøre staðfesti tørvin á politiskum átøkum fyri at loysa bústaðartrupulleikan, og Sylvia Thomsen setti orð á, hvussu samfelagið kann skapa karmar, har bæði javnstøða og fólkavøkstur kunnu mennast hond í hond.

Í framløguni sínari vísti Sámal Petur í Grund á, at ríkisfelagsskapurin í verandi formi ikki er haldbarur, og at Føroyar eiga at arbeiða seg fram ímóti eini sjálvstøðugari tjóð við einum sjálvberandi búskapi. Hetta merkir ikki loysing ella isolatión, men heldur eitt samstarv við onnur lond – ikki minst Danmark – á jøvnum føti, eitt nú í eini “Commonwealth-líknandi” skipan.

Sámal Petur tók støði í søguligum hendingum og nevndi, hvussu Føroyar í mongum førum hava staðið einsamallar og máttu líta á egna styrki. Hann førdi fram, at sjálvstýrisleiðin er ikki bara ein ríkisrættarligur spurningur, men eisini ein spurningur um at brynja landið til framtíðina gjøgnum búskaparliga ábyrgd, breiðari skattagrundarlag, betri bústaðarmøguleikar og virðing fyri lívsgóðsku.

Framløgan endaði við eini greiðari áheitan um, at nú er løtan at handla. Politikkur má ikki byggja á ræðslu fyri broytingum, men á vón, dirvi og eini greiðari framtíðarsjón.

 

Býlisstuðul kann loysa bústaðartrupulleikan

Eyðun Mørkøre tosaði út frá tí veruleika, at tørvurin á nýggjum búeindum er ovurhonds stórur. Víst varð á, at umleið 1.000 nýggjar búeindir eru neyðugar, fyri at tálma trýstinum á bústaðarprísirnar og geva komandi ættarliðum ein møguleika á bústaðarmarknaðinum. Samstundis varpaði framløgan ljós á, hvussu galdandi rentustuðulsskipan rakar skeivt og kann hava óhepnar fylgjur fyri bústaðarmynstrið í landinum.

Sjálvstýri vil í staðin seta eina nýggja býlisstuðulsskipan í verk, har stuðulin verður veittur teimum, ið veruliga hava tørv á stuðli. Hetta skal eisini gera tað lættari at byggja leigubústaðir – bæði privat og alment – og harvið tryggja eitt fjølbroyttari útboð.

Eisini varð nevnt, hvussu landið kann taka ábyrgd og stuðla fígging av lutaíbúðum og øðrum bústøðum, serliga í útjaðaranum, har peningastovnar ofta síggja ov stóran váða.

Vit mugu tryggja, at øll – eisini tey ungu og tey við lægri inntøku – sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Hetta krevur politiska viljan til at raðfesta, har tørvurin er størstur, vísti Eyðun Mørkøre á.

Í framløguni varð eisini ávarað ímóti, at ávísir flokkar vilja brúka av eftirlønini til annað enn hon er ætlað til – hóast hon longu hevur verið skattað frammanundan. Eyðun Mørkøre legði dent á, at eftirlønin eigur at fáa frið og ikki brúkast sum ein lættvunnin fíggingarloysn.

Tað er ein grundleggjandi samfelagslig skylda, at øll skulu hava møguleika til ein tryggan og hóskandi bústað. Nú er tíð upp á at handla, so hesin stóri trupulleiki verður loystur, segði Eyðun Mørkøre.

 

Kunnu javnstøða og fólkavøkstur ganga hond í hond?

Sylvia Thomsen setti sjóneykuna á, hvussu samfelagsbroytingar, arbeiðsmarknaðurin og væntanir til kvinnur ávirka bæði familjulívið og møguleikarnar hjá kvinnum at menna seg í starvi og leiðslu.

Grundað á eina metaanalysu av 52 altjóða kanningum, vísti Sylvia á, at nógvar kvinnur uppliva tvístøður millum leiklutin sum mamma og ynskið um karrierumøguleikar.

Hon vísti eisini á, hvussu hormonellar broytingar í sambandi við barnsburð saman við samfelagsligum normum kunnu gera, at kvinnur ofta raðfesta øðrvísi enn menn, og tí verða settar afturút á yrkisleiðini.

Spurningar vórðu reistir um, hvat vit vilja sum samfelag: Vilja vit hava javnstøðu? Vilja vit hava fólkavøkstur? Ber til at fáa bæði? Og ikki minst: Hvønn politikk skal Sjálvstýri føra.

Framløgan hjá Sylviu legði upp til eitt áhugavert kjak og íblástur til víðari politiska hugsan og orðaskifti um, hvussu vit í Føroyum skapa karmar, har bæði familjulív og arbeiðslív kunnu mennast og ganga hond í hond.

 

Formansval og skipan av landsnevnd

Á landsfundinum varð Sámal Petur í Grund afturvaldur til formann í Sjálvstýri. Landsnevndin, sum er vald av økisfeløgunum, skipaði seg við Rúnu Sivertsen, umboði fyri Norðoya Sjálvstýrisfelag, sum forkvinnu; Andrias Jacobsen, umboði fyri Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, sum næstformann; og Jens Ivan í Gerðinum, umboði fyri Norðstreymoyar Sjálvstýrisfelag, sum skrivara. Eyðun Mørkøre, sum umboðar Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag, er eisini valdur í nevndina.

Nú verður lagt til brots

Sjálvstýri setir nú ferð á arbeiðið við fyrireikingunum til komandi løgtingsval. Við fleiri nýggjum og eldhugaðum kreftum, verður nú lagt til brots at orða eina valskrá, ið speglar týdningarmestu samfelagsspurningarnar og boðar frá eini greiðari kós fyri framtíðina. Við støði í sjálvstýri, fíggjarligum haldføri, javnstøðu og ábyrgdarfullari samfelagsmenning er ætlanin at bjóða føroyingum eina greiða, djarva og framtaksfúsa politiska visjón.

 

 

 

           

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Umhvarvið í býnum broytist
Tað gongur strúkandi hjá Pado
Milliónir til skúlar í Norð­oyggjum
Tøk pláss á Tøknibreytini
Barbara nýggj í Samskifti
Føroya Handverkara­felag havt aðalfund
Útróðrarbátar­nir fiska mest tosk
Umhvørvisstovan: Hans er nýggjur deildar…
EPC vitjaði í Føroyum
Bónuskappingin: Mjølnir - Fleyr í kvøld
Sexchikana og sexisma – gentur og kvinnu…
Kunningartiltak um demens og tilboð til…
Vilt tú umboða Føroyar í Kanada?
Jastrud og Sámal - Jarnbrúdleyp
Steintór Rasmussen í Høllini í Kaldbak,…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Framtíðin krevur dirvi – Sjálvstýri er k…
KÍ hevur vunnið ein av 10 dystum móti to…
FM í talvi á Skúlatrøð
Upptakt: HB-KÍ