Føroya Handverkarafelag havt aðalfund
Føroya Handverkarafelag hevði aðalfund 5. apríl 2025 á Hotel Vágum. 25 fólk vóru á fundi, sum umboðaðu øll limafeløgini.
Í frágreiðingini til aðalfundin greiddi formaðurin Suni Simonsen frá sáttmálunum, sum eru gjørdir, ella skulu gerast seinni í ár. Hann upplýsti, at Norðurstreymoyar Handverkarafelag hevur verið óvirkið og er nú lagt saman við Vestmanna Handverkarafelag.
Nakað av kjaki var um, um Føroya Handverkarafelag skal fara undir at innkrevja limagjaldið hjá øllum limunum í lokalfeløgunum. Eisini varð kunnað um tryggingarskipanina, og um møguliga at tillaga lokaupphæddina, so grunnurin eisini framyvir kann svara hvørjum sítt. Starvsnevndin fekk heimild at arbeiða víðari við báðum hesum málunum.
Eingin stillaði upp móti formanninum Suna Simonsen, sum var afturvaldur til formann komandi 4 árini.
Í stjórnini hjá Føroya Handverkarafelag sita nú Suni Simonsen formaður, Magnus á Stongunum, Føroya Flogteknikarafelag, Jóhan Hansen, Fuglafjarðar Handverkarafelag, Heine Heinesen, Klaksvíkar Handverkarafelag, Thomas F Jóhannessen, Nes Sóknar Handverkarafelag, Jón Joensen, Vága Handverkarafelag og Janus Atli Jensen, Vestmanna Handverkarafelag.
Í starvsnevndini sita Suni Simonsen, formaður, Jóhan Hansen, næstformaður og Heine Heinesen, nevndarlimur.