Veðrið í vikuni
Aftur hesa vikuna, kunnu vit býta vikuna í tvey, tá ið tað kemur til veðrið. Í fyrru helvtini – t.e. til nakað er ligið út á mikudagin – er lítið vindur lágt (sunnan) ella av ymsum ættum. Loftið klárt ella smáskýggjað, og helst turt allasteðs.
Seinnu helvtina av vikuni fer at vera eitt sindur meira vindur – tó ikki tað stóra. Fer at trilka seg upp í 10 m/s. Heldur ikki í seinnu helvt verður nakað serligt avfall – kanska okkurt ælið her ella har.
Hampuliga lýtt alla vikuna, upp í eini 11 stig flestu dagarnar. Í støðum undan ættini, har tað lívir fyri lotinum, kann tað gott fara heilt upp í 14 ella 15 stig.
Veðrið í vikuni – dag fyri dag:
Mánadagin:
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað ella smáskýggjað og yvirhøvur turt kring alt landið. Hitin fer at liggja millum 5 og 9 stig.
Týsdagin:
Lítið lot ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin millum 6 og 10 stig.
Mikudagin:
Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Um kvøldið veksur vindurin upp í 5 til 10 m/s av útsynningi. Allan dagin skýggjað og okkurt ælið í støðum. Hitin millum 7 og 11 stig.
Hósdagin:
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni vestan, skýggjað og okkurt ælið, í støðum smáskýggjað og sólglottar. Hitin millum 7 og 11 stig.
Fríggjadagin:
Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og ælaveður, í støðum sól ella sólglottar. Hitin millum 5 og 9 stig.