Lýsing
Lýsing
Lýsing
Kelda: Gjalstovan. Viðm.: Henda myndin er ikki við í sjálvari várfrágreiðingini.

Eindarkostnaðirnir mugu lækkast fyri øll vælferðarøkini

SKRIVAÐ: Landsbanki Føroya  |  24.03.2025 - 11:34 Tíðindaskriv

Landsstýrið eigur at seta eina nevnd at koma við nágreiniligum rationaliseringsætlanum innan stóru vælferðarøkini; tað eru skúlaøkið, heilsuøkið og almannaøkið. Eindarkostnaðirnir mugu lækkast, annars fara samlaðu almennu útreiðslurnar at veksa uttan íhald næstu mongu árini.

 

Í Føroyum eru nógvar smáar stovnseindir. Kommunurnar eru 29 í talið. Fólkaskúlarnir eru 39 í tali, og 15 av teimum hava færri enn 40 næmingar. Bæði innan almannaverk og eldraøkið eru fleiri smáir bústovnar. Hjá almannaverkinum eru heili 11 stovnar við 1-2 búfólkum og 38 stovnar við færri enn 10 búfólkum. Tað er bara ein stovnur undir almannaverkinum, sum hevur fleiri enn 30 búfólk. Á eldraøkinum, eru tilsamans 30 stovnar. 18 av hesum stovnum hava færri enn 20 búfólk.

Smáir stovnar gera tað væl truplari at hava skynsaman rakstur á stovnunum og harafturat krevja smáir stovnar eitt hægri starvsfólkatal fyri hvønn brúkara samanborið við um stovnarnir vóru størri. Hetta er serliga galdandi, tá ið stovnarnir hava tørv á samdøgursmanning.

Myndin niðanfyri vísir ársverk hjá landinum innan størstu økini; tað eru skúlaøkið, heilsumál og almanna og mentamál. Tað sæst, at talið av ársverkum er vaksið mest innan hesi stóru málsøkini. Neyðug er við nýskipanum á øllum hesum økjum.

Ítøkiliga átti landsstýrið at sett eina nevnd at koma við nágreiniligum rationaliseringsætlanum innan øll stóru vælferðarøkini. Eindarkostnaðirnir mugu lækkast, annars fara samlaðu almennu útreiðslurnar at veksa uttan íhald næstu mongu árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Konsert í Hoyvíkar kirkju 18. apríl 2026…
Samgonguskjalið 2026 og lágløntir pensjó…
Kvinnu­stevnan verður 25. apríl
Durita: Vónirnar eru góðar
Spennandi bridgefestivalur við altjóða l…
Steinway-artistur hugtikin av flyglinum…
Myndarøð: Tá skotið varð fyri Norð­oyatun…
Norðoya­tunnilin hátíðarheldur 20 ára dag…
Aðalfundur og nýggj starvs­nevnd í Tónlei…
Sjálvandi hevur samgongan ikki áhuga í a…
Veðrið í dag
Sámal & Benjamin á Summar Festival
FM-finalistar­nir møtast í hálvfinaluni í…
John Ziska Joensen fekk ’’debut’’ á KÍ-l…
Birita Adela fekk FUR-heiðursløn 2026
Føroya Bjór er feilstaðsett í Klaksvíkar…
Myndarøð: Einvegis ferðsla á Djúpumýru
Seyða­hundasamband Føroya haft aðalfund
Aðalfundur í Norðoya Sambands­felag
“Lands­stýrið strammar upp á innflyt­ingar…