Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hákun deknur í 30 ár

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  06.03.2025 - 18:31 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir Tíðindi

Undir gudstænastuni í Christianskirkjuni seinasta sunnudag handaði Sigrið Mikkjalsdóttir vegna kirkjuráðið Hákuni Dam eitt blómutyssi, nú hann hevur tænt sum deknur í 30 ár.

 

Tað var til eina føstugudstænastu tann 2. mars í 1995, at Hákun Dam fyrstu ferð las í Christianskirkjuni. Sjálvur sigur Hákun eisini, at honum altíð hevur dámt føstugudstænastur væl. Sum kunnugt virkar deknur við til allar tænastur í kirkjuni, tað veri seg vanligar gudstænastur, føstugudstænastur, kórsetingar, jarðarferðir, vígslur, dópar, kirkjukonsertir og annað.

Saman við blómutyssinum bar Øssur Kjølbro, prestur, eisini eina stutta heilsan til Hákun. Hann rósti honum millum annað fyri trúfestið, og at hann altíð hevur gingið høgt uppí tænastuna – at vera fyrireikaður, fyrikomandi, beinasamur og røkin.

Umframt Hákun er Bjarni Ziska deknur í Christianskirkjuni. Teir skiftast um annanhvønn mánað, og afturat sær avloysa Jórun Høgnesen og Óli Marner Christiansen eftir tørvi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Veðrið í vikuni
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…