Lýsing
Lýsing
Lýsing

Starvsvenjing á KSS gevur ungdómi innlit í handverkarayrkið

SKRIVAÐ: Tekstur: Rannvá Isaksen. Myndir: Oliver Joensen  |  07.02.2025 - 15:05 Myndarøð Tíðindi Vinna

Tríggir næmingar úr 10. flokki á Skúlatrøð hava seinastu tvær vikurnar verið í starvsvenjing á Klaksvíkar Sleipistøð. Næmingarnir, tvær gentur og ein drongur, Omi Joensen, Elsebet Olsen og Gunnar Syderbø, hava fingið innlit í fjølbroyttu uppgávurnar í einari smiðju.

"Vit eru sera fegin um, at fleiri ung vísa áhuga, og tað er jaligt, at gentur eisini velja KSS" sigur formaður á KSS.

Næmingarnir hava arbeitt við nógvum ymiskum uppgávum. Tey hava sveisað, verið við til ymisk arbeiði umborð á skipum og mangt annað, og eru tey sloppin at uppliva gerandisdagin á KSS.

"Serliga sveisiarbeiðið hevur verið stuttligt," sigur ein av starvsnæmingunum. "Tað er sera áhugavert at síggja, hvussu alt virkar í praksis.”

Tey hava ikki bara sitið og hugt - tey hava fingið loyvi at royna seg. Við góðari vegleiðing frá royndum starvsfólkum, hava tey luttikið í arbeiðinum, og hevur hetta verið ein lærurík uppliving.

At síggja gentur velja handverkarayrkið er eitt frískligt lot.

Við slíkum starvsvenjingum fáa tey ungu roynt, um hendan starvsleiðin kundi verið nakað fyri tey. Og hvør veit - kanska hava tey á KSS júst møtt nøkrum av sínum komandi lærlingum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
KÍ er væl umboðað á lands­liðnum
Ein svipp til Eystur­landið
Lands­stýris­maðu­rin hitti NATO-aðalskriva…
Ferðaleiðarar endaðu í brummuni
Svenning av Lofti í Betesda
Kom og set Føroyar fremst – Tilfeingisgj…
Løgreglan kannaði bilar og fólk
Rabarbur fyri 100 krónur bunti
Íslendski skiparin Matthías
- Raðfesta at framleiða okkara egnu star…
Renaissance verður í Klaksvík sunnudagin
Ársroknskapu­rin hjá Nes kommunu fyri 202…
Stellu-trolarar­nir aftur á slóðina
- Netastovan fer inn í alivinnuna
Útiguds­tænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Føroya Bjór renningin verður á Norðoyast…
Veðrið á hvítusunnu
KÍ er best umboðað á lands­liðnum
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri…