Lýsing
Lýsing
Lýsing
Bárður Mikladal hevur tilgjørt hesa myndina, so Ídni sær út sum nýtt

Ídni gevur møguleikar

SKRIVAÐ: Rasmus S. Biskopstø  |  29.04.2018 - 21:41 Lesarabrøv Mentan Myndarøð

Klaksvíkar Býráð hevur samtykt at niðurríva enn ein bygning. Hesaferð er tað Ídni. Orsøkin sigst vera, at vegurin úti í gomlu Klaksvíkini skal breiðkast.

Tað er spell at vit ikki duga at sýna størri virðing fyri fleiri áhugaverdum og søguligum húsum, sum áttu at verið ein púra nátúrligur partur av býarmyndini.

Bygningurin er meira enn 70 ára gamal og hevur verið ein týdningarmikil smiðja í vinnuliga umhvørvinum úti í gomlu Klaksvíkini. Ein bólkur til frama fyri varðveiting av vøkrum, søguligum og týðandi bygningum í kommununi, hevur víst á, at húsasíðan oman móti sjónum, við sínum sermerktu vindeygum, umboðar ein serligan smiðjubygnað frá tíðini, hesin varð bygdur. Eftir at gamla Norðborg hvarv úr býarmyndina, tá Look North bygdi út, og gamla Skipasmiðjan varð tikin niður eftir eldsbruna, stendur sermerkti betongbygningurin at kalla einsamallur eftir og umboðar eitt vinnuligt tíðarskeið, sum hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri menningina av Klaksvíkini, sum vit kenna hana í dag.

Gamaní, vegurin er smalur ímillum Ídni og Faktorshúsini, men kanningar av ferðsluóhappum avdúka, at ein breiðari og beinari vegur er ikki altíð ein tryggari vegur. Smalir vegir tálma bilferðsluna, men kunnu samstundis vera hugnaligir og góðir fyri umhvørvi og trivnaðin. Um valið stendur ímillum at niðurtaka bygningin, soleiðis at bilar kunnu koyra skjótari frá A til B, ella at varðveita bygningin, soleiðis at hann gerst ein partur av einum tætt bygdum, hugnaligum og søguligan býlingi, er svarið eyðsýnt.

Við at varðveita Ídni nú, fyribyrgja vit samstundis at ein eftirkomari hjá Archibald noyðist at uppaftur byggja bygningin, um eini tveyhundra ár!

Við hjálp frá teldukringa Bárði Mikladal, er tað lætt at ímynda sær, hvussu bygningurin hevði sæð út, um hann var virðiliga viðlíkahildin (sí myndir). Hetta sjarmerandi húsið kundi í framtíðini verið eitt fundar- ella veitsluhølið, matstova ella mikrobryggjarí, savn, goymsla ella høli fyri vinnuligt virksemi, fyri at bara nevna nakrar heilt fáar møguleikar.

Eg vil hervið staðiliga heita á býráðið at umhugsa av nýggjum møguleikan at varðveita  Ídni, soleiðis at bygningurin gerst relevantur fyri okkara samtíð og framtíð. Til frama fyri allar borgarar og vitjandi, sum vilja geva einum søguríkum og byggilistarliga fjølbroyttum býi gætur.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…
Umvælingar­arbeiði í 1981-bygningi­num í T…
Menninir hittast í Emmaus
Løgmaður á fundi við donsku stjórnina
Prógvhandan á Serbreyt­ini
Anna Lovisa og Bjarki á OY Voxbotn 2026
Upptakt: Víkingur-KÍ
KÍ kvinnur møta spennandi mótstøðu
Trivnaðar­nevndin á kunningarferð á Klaks…
- Klaksvíkar Havn fær Ídni til sítt virk…
KÍ hevur kunngjørt nýggjan málverja
Nú kunnu GTA-fjepparar seta kross í kale…
Nøkur fá orð Mads Nørregaard Nielsen t…
Serstakt franskt skip í Leirvíksfirði
Klaksvíkar Handils­felag: Opið til kl. 22…
Meistarar eftir óhoyrt framlop
Champions League lutakast hjá KÍ kvinnum…
KÍ fær teir torførastu dystirnar nú
Borgar­stjó­rin vitjar Norðlýsið