Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond (8. partur)

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen (lagt út vegna høvundan)  |  28.05.2026 - 18:07 Lesarabrøv Vinna

Vit fara í hesum 8. parti av hesari greinarøð, sum hevur fingið heitið ”Sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond”, har heitt verður á SEV-stýrið um at fara í holt við at seta eitt toymi, sum skal kanna og gera eina kostnaðarmeting, og fyrireika at gera eina sjógvpumpuskipan til Elverkið á Strond.

Elverkið á Strond er eftir mínari meting best egnað av vatnelverkunum hjá SEV til at gera hesa royndar verkætlan, uttan at tað skal kosta í milliardaklassanum av peningi. Fær man eina sjógvpumpuskipan at rigga norðuri á Strond, so er upplagt, at næsta stig verður at gera eina sjógvpumpuskipan til Eiðisverkið, sum manglar vesku – vatn ella sjógv – til at fáa fulla nyttu burturúr tí 22,5 MW stóra turbinukapasiteti, sum er á Eiðisverkinum í dag, har bert ein partur verður nýttur árliga, tí tað manglar veska, vatn ella sjógvur. Tað koma vit aftur til seinni í aðrari grein.

Vit fara nú aftur til har, vit sleptu í 7. parti, har evnið var, hvussu hesin vindmylluørskapur byrjar her á landi til at framleiða el-streym. Hesin viðførdi, at landsins mynduleikar komu uppí leikin at gera ”Elveitingarlóg nr. 59 frá 7. juli 2007, sum eg bart út vil siga, kemur at beina fyri SEV, tí samhaldsfasta kommunala felagskapi, sum vit kenna hann í dag.

Vit fara nú fyrst at gera eitt legg aftur til Danmarkar, og hugleiða um, hvussu alt hetta, har vit fingu orð sum ”Grøna orkuskiftið” og ”Varandi orka” inn í okkara dagligdag, sum serliga politikarar og klimaakitivistar elska at brúka, kom í lag.

Tá ið eg spyrji fólk um, hvat ”Grøna orkuskiftið” er, so sig tey sum við ein munn: ”Er tað ikki uppsetan av el-vindmyllum, til at fáa el-streym, so SEV kann gevast at brúka olju?”. Tá ið eg so spyrji: ”Hvat gerða vit, tá ið ongin vindur er, so er svarið ofta ”So má man finna uppá okkurt annað”.

Eg havi ongan klimaaktivist hitt enn, sum er komin við einum boði uppá, hvat vit gera við okkara el-framleiðslu, tá ið ongin vindur er, og oljunýtslan hjá SEV skal utfasast um nøkur ár.

Í 1976 fær Danmark eina elveitingarlóg. Í 1979 verður upprættað eitt Orkuráð, sum fer undir at flyta el-framleiðslu í Danmark frá kommunum til tann danska statin. Í 1990 viðtekur tann danska stjórnin eina ES lóg um liberalisering av el-marknaðinum, sum ger tað møguligt, at privatir elvindmylluíleggjarar nú kunnu selja sín el-streym inn á el-børsina.

Nú danski staturin var farin inn á el-framleiðslumarknaðin, uppstendur tvídráttur ímillun tvær ráðharrastovur, Orkuráðið og Umhvørvisráðið, har røddur á vinstraveinginum, kempa fyri umhvørvið og hugsa minni um, hvar el-streymur í Danmark skuldi framleiðast. Endin varð, at Orkuráðið bleiv lagt undir Umhvørvisráðið í 1994. Nú byrjar danski staturin at veita stuðul til framleiðslu av el-vindmyllum og uppsetan av teimum. Eisini fór danski staturin, saman við sínum miðlaserfrøðingun, at fyrireika fólkið til hetta orkuumskiftið. Í hesum sambandi uppstanda orð sum ”Grøna orkuskiftið” og ”Varandi orka”, sum skuldu eggja fólki til at skifta frá olju til aðrar orkukeldur.

Í kjalarvørrinum av hesi ógvisligu broyting við einari ørgrynnu av el-vindmyllum og sólpanelum í danska landslagnum uppstóð ein misnøgd, við at hetta oyðilegði ta vøkru donsku náttúruna. Hetta fekk kenda danska provo-professaran Johannes Sløk at siga á einum fyrilestri, at ”I bund og grund er mennesket et skadedyr, som burde være udslettet frá jordens overflade”.

Johannes Sløk (JS) hevur skrivað bókina ”Da mennesket tog magten”, har hann hugleiðir um, at menniskja hevur sett seg sjálvan í Guds stað. Men í staðin fyri at skapa ordan og tryggleika í tilveruni, hevur hon skapt ruðuleika og oyðilagt náttúruna, og er blivin bangin fyri síni egnu uppfinning, t.d. atombumbuni.  

Eitt feskt dømi her heima hjá okkum sjálvum um tað, sum JS skrivar um, er, at okkara háttvirda Føroya Løgting skjótt fer at seta eina ”Veðurlagslóg” í gildi í Føroyum. Tað vil siga, at Føroya Løgting fer at lóggeva, hvussu hátrýst og lágtrýst skulu sikka sær her á landi. Hví ikki nevna hesa lóg við rætta navni, sum er ”útfasan av olju í 2050”?

Vit leita nú heim aftur á klettarnar, og hugleiða um hetta danska systemið, sum hevur ávirkað okkara máta at framleiða sokallaða grøna orku við stórum el-vindmyllulundum.  Uttan at vit hugsa um, at vit hava aðrar møguleikar til at framleiða hesa orku, til dømis við at pumpa sjógv niðan í verandi vatnbrunnar hjá SEV.      

Ein tann fyrsti at fanga hugskotinum við uppsetan av vindmyllum til el-framleiðslu, var Kári Thomsen, sum var formaður í FNU. Hann stovnar eitt felag, sum fekk heitið ”Nýorka” í 1987. Endamáli var at seta upp tvær Vestas-el-vindmyllur úti í Svínoy. Umframt at veita el-streym inn á netið hjá SEV skuldi hetta felag eisini framleiða brintorku við einum elektrolysuvirki. Henda verkætlan kom ongantíð í gongd.

Tað var eisini tíðliga, at persónar fóru at hugsa um at fáa nyttu burtur úr sjóvarfallsorku til el-framleiðslu, har tankin var at seta el-vindmyllur upp á havsins botni, til at fáa hendur á hesari sjóvarfalsorkuni til el-framleislu. Nú umleið 40 ár aftaná er tað ikki nevnivert av el-orku, sum er framleidd úr sjóvarfallsorku her á landi.

Um aldaskiftið kemur ein føroyingur, búsitandi í Danmark, nevndur Óli Gordon Bech (ÓGB), í bløðini her heima, og boðar frá, at hann saman við el-vindmyllufyritøkuni Wincon kom at seta upp 10 stk. 250 kW el-vindmyllur úti á Raktanga á Strondum, og at teir kundu levera ein el-streymprís, sum var ein helvt av SEV-prísinum.

Borgarstjórin á Strondum og Klæmint Weihe, SEV-stjóri, fóru báðir í bløðini og søgdu frá, at har var ongin umsókn komin frá ÓGB um hesa stóru verkætlan innan el-veiting í Føroyum. Sum ein púra natúrlig avleiðing av hesum stóra pressi á SEV vórðu teir noyddir at gera okkurt, og fóru tí undir at kanna, um tað kundi passa, at hesin háttur at framleiða el-streym við vindmyllum, var so lovandi, sum sagt varð frá av teimum fyritøkum, sum vildu koma inn á el-netið hjá SEV við sínum el-vindmylluprodukti.

Hetta endar við, at SEV keypir eina Nordtank 150 kW royndar-elmyllu og setur hana upp í Neshaga í Eysturoy í 1993. Hon koyrdi til 2021, tá ið hon bleiv tikin niður vegna toruskaða. Eftir at hava gjørt royndir við tí fyrstu el-vindmylluni í Neshaga kom SEV til ta niðurstøðu, at el-streymur frá vindmyllum var ikki bíligari, enn hvat SEV sjálvt kundi framleiða úr vatni.

Klæmint Weihe, SEV-stjóri, var tá í miðlunum og greiddi frá, at el-netið hjá SEV bert toldi at hava einar 4-5 stk. el-vindmyllur inni á el-netinum. Seinri, eftir at fleiri el-vindmyllur vóru komnar inn á el-netið hjá SEV, segði Klæmint, at tað ikki var sjálvt el-netið, sum ikki toldi belastningin, men at trupulleikin var at hava hóskandi backup-skipan til stýring av vindmyllu-el-orku inn á el-netið hjá SEV, t.v.s. at kunna kobla inn og út dieselmotorar, alt eftir hvussu vindurin blæsur.

Henda stýring var ikki so nógv útbygd fyri umleið 30 árum síðani, sum hon er í dag, har øll el-orkuskipanin hjá SEV, yvir alt landið, nú verður stýrd frá einum stýripulti á Sundsverkinum.

Í 2002 kemur ein annar leikari inn á el-vindmylluvøllin; hetta var Hjarnar Djurhuus, sáli, sum var stjóri í deild hjá oljufelagnum Shell í Føroyum. Hann boðar frá, at oljufeløgini Shell og BP bjóða seg til at kanna møguleikar fyri at fíggja og seta upp el-vindmyllur við tveir vatnbrunnar hjá SEV oman fyri Vestmanna, sum vórðu knýttar at einari pumpuskipan, sum skuldi pumpa vatn ímillum tvær vatngoymslur hjá SEV. Nýtast skuldi Enercon E-66 el-vindmyllur, men hendan verkætlan kom ongantíð í gongd.

Ein tá ungur maður úr Vestmanna, nevndur Jóhan í Niðristovu, sum frá skaparans hond hevði fingið eitt væltalandi mussaskøði og eina stóra portión av treskni og áhaldni í vøggugávu. Hann fer nú og tekur upp hugskotið hjá Hjarnari, Shell og BP um at seta upp el-vindmyllur við vatngoymslur hjá SEV í Vestmanna, og at nýta eina pumpuskipan ímillum hesar vatngoymslur sum backup-skipan, til komandi el-vindmyllulund, sum ætlanin var at gera har á staðnum.

Niðristovumaðurin stovnaði saman við øðrum privatum íleggjarum smápartafelagið ”Sp/f Røkt”, sum leggur fram eina verkætlan um at seta upp tríggjar el-vindmyllur upp við ”Mýrarnar” í Vestmanna, og í hesum sambandi gera eina vatnpumpuskipan ímillum tveir vatnbrunnar hjá SEV í sama øki. Jóhan sigur, at hann hevur fingið fígging til hesa verkætlan, sum er mett at kosta 180 milliónir krónur.

Hetta skapti stóra øsing í miðlaheiminum og hjá SEV, tí nú skuldi eitt smápartafelag við 80.000,- kr. í partapeningi seta upp tríggjar el-vindmyllur upp við ”Mýrarnar” í Vestmanna, sum skuldu koblast saman við einari vatnpumpuskipan, har SEV átti bæði byrgingar og vatnið, sum var í teimum.

Eg má siga, at eg ongantíð havi forstaðið hetta hugskotið um at pumpa vatn ímillum tveir vatnbrunnar hjá SEV í Vestmanna, tí Jóhan í Niðristovu sigur sjálvur, at tú skal brúka meira el-orku til at pumpa vatnið úr niðara brunninum upp í ovara brunnin, enn tú fært av el-orku úr sama vatni, tá ið tað rennur oman aftur í niðara brunnin ígjøgnum eina vatnturbinu.

Hetta er sum at oysa vatn ímillun tvær baljur. Tú skal brúka orku til at gera hetta arbeiðið, men ert hvørki ognari av baljunum ella vatninum, sum er í teimum, so tað gevur onga meining, men bleiv eitt hent amboð hjá Niðristovu-manninum at yvirbevísa landsmyndugleikar um, at tað var rívandi galið við ”vatnmonopolinum” hjá SEV.

Vit hoyra meira um, hvussu hesin leikur spældi av, í komandi (9.) parti.

Oddbjørn Vágslíð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Avtala um íbúðarbygging undirskrivað
EINARS 10 ára whisky walk
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond (…
Norð­oyastevna program 2026
Icelandair fer at flúgva alt árið
Starvs­felagið nýggjan 1-ára sáttmála
Játtan til høvuðs­útbúgvingarstørv er týð…
Almenn móttøka á Sjóndepli­num
Barna­súkkling á Norð­oyastevnu
Bókasavnið á Norð­oyastevnu
Árligi barna­fagnaðu­rin á skránni í dag
Sjúkra­húsverkið kunnaði um krabba­meinsát…
Annfinnur og Jóan Petur vitja Norðlysið
Lands­stýrið tikið lán á 900 mió. kr.
Handlikraftin á muni
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Elding Business letur nýggjan handil upp…
Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini
Kondibingo á Norð­oyastevnu
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Lýsing