Elding Business letur nýggjan handil upp!
Í meira enn 25 ár hava vit hjá Elding Business veitt professionellar loysnir til føroysku vinnuna. Nú taka vit næsta stig í menningini.
Í november 2025 keypti Elding Business Arctic Import, og sostatt er fyritøkan aftur komin á føroyskar hendur eftir uml. 20 ár undir donskum eigaraskapi. Framyvir verður Arctic Import navnið lagt saman við Elding Business, sum verður navnið, vit halda fram undir.
Eftir yvirtøkuna víðka vit um okkara virksemi og lata upp ein nýggjan og størri handil á Smiðjugerði 4 í Havn.
Við samlaða virkseminum undir sama taki og fleiri starvsfólkum fáa vit betri karmar at bjóða okkara kundum eina nógv størri heildarloysn og eitt nógv breiðari vøruúrval.
Nýggi handilin savnar eitt stórt úrval innan m.a. professionella køksútgerð, møblar, reingerð, reinføri, uttandura spælipláss og aðrar loysnir til føroyska vinnulívið.
Vit veita loysnir til fyritøkur, almennar stovnar, barnagarðar, skúlar, hotell, matstovur og fiskivinnuna, men privatkundar eru eisini hjartaliga vælkomnir í handilin.
Vit hjá Elding Business leggja dent á fakliga vitan, dygdargóðar vørur og loysnir, sum verða lagaðar til tørvin hjá hvørjum einstøkum kunda.
“Við nýggja handlinum vilja vit gera tað enn lættari hjá kundunum at finna røttu loysnina og samstundis bjóða eitt nógv størri og breiðari úrval á einum stað”, sigur virkisstjóri Levi Winther.
Nýggi handilin letur alment upp fríggjadagin 29. mai kl. 10.00, og vit bjóða øllum hjartaliga vælkomnum.
Alt til vinnuna
