Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

10 KÍ leikarar við kvinnulandsliðnum til Georgia

SKRIVAÐ: Norðlýsið  |  27.05.2026 - 21:47 Ítrottur Tíðindi

Góðu úrslitini hjá KÍ kvinnunum síggjast aftur á landsliðnum. Heili 10 leikarar eru úttiknir til spennandi útidystin móti Georgia, sum í løtuni liggur á aftastaplássi í bólkinum.

Kvinnurnar hjá KÍ liggja á ovasta plássinum í meistaradeildini. Tó er tað bara málmunur ið skilir KÍ frá HB.

Kvinnurnar hava víst sera gott spæl gjøgnum stóran part av kappingini, og fleiri leikarar hava ment seg og víst góðar taktir.

Fyri einari viku síðani valdi Pætur Smith Clementsen, høvðusvenjari hjá kvinnulandsliðnum, at úttaka 20 leikarar, harav 7 vóru úr KÍ. Teir 7 leikararnir vóru, Óluva Joensen, Sanna Svarvadal, Durita Hummeland, Birita Ryan, Sólja Ernstdóttir, Tórunn Joensen og Eyðvør Klakstein.

Orsakan av skaðum og øðrum, hevur verið neyðugt hjá venjarinum at sent boð eftir 3 leikarum afturat nú landsliðið ger klárt at fara leiðina til Tbilis.Tær tríggjar eru Jancy Mohr, Tóra Mohr og Malena Olsen.

Sæð við Norðlýsið brillum, so er hugaligt at síggja at KÍ kvinnurnar hava bitið seg fastar á landsliðnum.

Spennandi verður at fylgja landsdystinum, ið verður spældur fríggjadagin 5. juni.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Býráðsskráin 28. mai
ABC-samgongan, fiski­vinnan og spurningur…
Saman við Selberg undir Jøklinum
Anfinn & Co. - Norð­oyastevnu­konsert
Konsert í Soli Deo Gloria á Norð­oyastevn…
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Kjøt til norð­oyastevnu? 
Forkunnug og rørandi framsýning í Varpin…
Norð­oyastevna: Morgunmatur til setanina
Pylsuhugni í miðbýnum
Komið øll við: Spurnarkapping og hópin a…
Theresa vitjar Norðlýsið
Endur­nýtslan er stongd leygar­dagin
Norð­oyastevnucafé í Varpinum
Vælkomin Aksel Bendtsen !
Team Klaksvík er umboðað á U16-landsliðn…
Framsýning við Arnold Vegghamar í Varpin…
Her er startrøðin til kappróðu­rin á Norð…
Norð­oyastevna: Livandi framsýning av før…
Lýsing