Vælkomin Aksel Bendtsen !
Vit eru sera fegin um at kunna kunngera Aksel Bendtsen sum nýggjan Team Klaksvík leikara
Aksel er 21 ára gamal vinstri vongur, og kemur til felagið við nógvari erfaring hóast sín unga aldur. Hann hevur 4 tey seinastu kappingarárini verið ein partur av NH-Talent í Nordsjælland Håndbold. Hann hevur spælt við U17, U19 og 2.div. Harumframt hevur hann umboðað Danmark til Evropeiska ungdóms OL.
Umframt at spæla við Burn liðinum skal Aksel eisini hjálpa Team Klaksvík við at venja tey yngru liðini.
Sjálvur sigur Aksel: ”Eg gleði meg at blíva ein partur av Team Klaksvík, og læra felagið og fólkini í Klaksvík at kenna. Eg eri ein ambitiøsur og hartarbeiðandi hondbóltsleikari, og síggi fram til at menna meg í Team Klaksvík, bæði sum hondbóltsleikari og sum persónur.
Eg valdi at koma til Team Klaksvík tí her virkar til at vera eitt sera gott samanhald, og felagið virkar ambitiøst. Eg haldi hetta er eitt stað har eg bæði kann útvikla meg sjálvan, og geva nakað víðari til tey yngru.”
Nevndin í Team Klaksvík er sera fegin um tilgongdina. Hann passar væl inn í okkara framtíðarætlanir og síggja vit hann sum ein styrk til bæði Burn, og til menningina hjá teimum yngru. Aksel hevur heilt víst rættan hugburð til at kunna lyfta Team Klaksvík upp.
Vit gleða okkum at síggja Aksel í Team Klaksvík troyggjuni við nr. 18 á rygginum
Hjartaliga vælkomin til Team Klaksvík