Saman við Selberg undir Jøklinum
Persónliga fekk eg í 1956, tjúgu ára gamal, mín elddóp til sjós undir Jøklinum í Íslandi. Vit fiskaðu saman við ”Selberg” úr Sørvági við Jákup úr Sandavági (Dunga-Jákup nevndur) sum skipara.
Vit rýmdu ein dagin av fiskileið inn undir Jøkulin at kroka fyri ruskveðri. ”Sjósøki”, sum Hilmar Kass, skipsførari, førdi og var eigari í, kom nakað aftaná, men vit sóu ikki ”Selberg”, sum hevði varpað upp aftan fyri eina oyggj, minuttir úr landi, har brimið nú stóð langt upp í bergið, og teir høvdu steðgað motorinum, tá ankrað varð. Vit vildu nú starta aftur vegna umstøðurnar. Klárt varð gjørt, men hetta vildu teir 240-hesta Alfa-dieslarnir als ikki svara til.
Nýtt varð øll luftgoymslan uttan hepni. Vit vóru staddir tveir tíma sigling vekk frá nærmastu atløgubryggju í nærmast óarbeiðsførum veðurlagi, vegna órógv í sjónum og innanborða. Tosað var ímillum bátarnar um eina frívilliga, hjálpandi hond, sum vant; hetta var mær vitandi eins og óskrivað lóg á sjógvi og landi. Tó eru undantøk við samsýning eftir umstøðunum. Skiparin spurdi, hvat eg segði til at fara umborð, og eg játtaði.
Kanska kann her nevnast, at eg persónliga hevði 5-ára smiðju- og maskinskúlaroyndir, men annars bert hesar fáu dagarnar umborð á ”Sjósøka” av royndum. Onki at skriva heim um, uttan at eg var hálvdeyður í sjóverki. Uppgáva okkara var at fáa startað motorin og flyta vekk haðani. Vit hildu okkum hava roynt tað, vit kundu, umborð á ”Selberg”, og vit vistu, at motorurin vildi als ikki virka til okkara loysn.
Ikki kundi tørnast runt; vit høvdu nú boygt tørnustongina við talju, men motorurin vikaðist ikki, og hjálparloysi okkara tóktist nú vera í holt við at yvirtaka okkara tankagongd. Tá var gott, at nakað lá omanfyri fyri okkum, sum onki var ógjørligt fyri. Alt lat seg gera, men hvussu virkaði tað? Ja, vit fingu sjón fyri orðsins frásøgn í maskinrúminum á ”Selbergi” hesa kritisku kvøldartíð kl. níggju á kvøldi, aftaná seks troyttandi seks tímar. Tá gingu allir fýra cylindararnir, og skrúvan mól, akkerið kom innanborða í ein fart, og avgjørt varð at sigla inn á Grindafjørðin. Nú var ikki ráðiligt at leggj saman vegna høgar aldur, og eiheldur at draga ein ímillum bátarnar.
Áh tann vælsignaða kenslan at vakna við tveir tímar seinni. Nú varð lagt at bryggju á sløttum sjógvi, og eg hevði brátt sjálvan vin mín, Dunga-Jákup, standandi við
koyggjustokkin og kundi eg takka honum fyri ovurhonds áhuga hansara í royndum okkara at fáa motorin at ganga aftur. Sjálvur mátti ein so takka fyri flottu skuffusteikirnar av kjálkum og kongafiski tvær ferðir við sjálvum skiparanum við borðið. Eg var so takksamur við at hoyra og sita saman við ungu manningini, sum stríddist við at vinna sær pening, møguliga fyri at kunna seta føtur undir egið borð, umborð á báðum bátunum, og tí máttu vit sleppa at fullføra túrin, og eydnaðist tað eisini manningunum báðum at koma heim við last.
At enda er her eitt brot úr søgu ísraelsmanna úr Egyptalandi, tá ið teir vóru komnir til Reyðahavið:
Eg má nevna tað. Eg veit fullvæl, tað als ikki er nakað ókent fyri okkum føroyingar, hvørki á sjógvi ella landi. Vit kenna lívsin ríka Guð og Faðir okkara. Serliga tá ein, hjálparleysur, ongan útveg hómar. Soleiðis kann kensla teirra møguliga hava havt tað – hvat nú?
Egyptiska krígsmaskinan var líka í í hølinum, tá ið ísraelar vóru komnir yvir um Reyðahavið og millión av ísraelittum vóru vitni til, at vegur teirra lukkaði sum felagsgrøv egyptisku krígsmaskinunnar við allari manningini. Vit, við føroyska góða fiskifari okkara, vóru vitni til, at motorurin uppá eitt ella annað tíðspunkt fór í gongd aftur, meðan hendur okkara viðvirkaðu. Orsøk, kann ein spyrja? Hann, ið alt var gjørligt fyri, lovaði ikki, at hann skuldi gera tað fyri meg og teg, men at hann skuldi vera við okkum. Tí syngja vit ”Tær vit takka”.
Jóhannes M. Olsen