Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bókasavnið á Norðoyastevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.05.2026 - 13:39 Mentan Tíðindi

Leygardagin 30. mai kl.11.00 skipa Bókadeild Føroya Lærarafelags og Klaksvíkar bókasavn fyri bókaframløgu

 

 

„Á, Nella, Nella, tú ert ein gella!“ sigur Betta. 

Heimalambið Nella er ein stuttlig søga, sum Betta á Dalinum hevur skrivað, og Jana Jonhardsdóttir hevur myndprýtt. Gunnrið Kallsberg fer at práta við Bettu og Janu um bókina, og Betta fer at siga frá nøkrum av fittu søgunum um veruliga heimalambið Nellu. Skúlakórið á Skúlatrøð fer at framføra. Aftaná er ein drekkamunnur, og høvi verður at keypa bókina.

Bókaframløgan verður 30. mai kl. 11 í Klaksvíkar bókasavni. Øll eru hjartaliga vælkomin! 

Um bókina:
Heimalambið Nella kemur í húsið hjá Bettu og Jóhann at vera. Nella fær eitt lítið stykki niðan fyri húsið at vera og eta gras, men tað gongur ikki so væl. Hon vil hvørki vera innibyrgd ella einsamøll. Hon berjist sum fyri lívinum fyri at sleppa út, rennur eftir hundum, óruddar í kjallaranum, órógvar á rættini, í hoyna og allastaðni, har hon er, og so er hon eisini so veðursjúk.
Bókin er 76 síður og væl egnað at lesa fyri børnum, sum eru uml. 6-9 ár.

Betta á Dalinum er fødd í Klaksvík í 1958. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1992 og hevur verið lærari í Klaksvík, til hon fór frá vegna aldur í 2025. Betta hevur fingist við at skriva og yrkja, síðani hon var ung, men Heimalambið Nella er fyrsta bók, hon gevur út.

Jana Jonhardsdóttir er myndaprýðari og myndlistafólk við listaútbúgving frá Bath Spa University, Art & Design, í Bath, Somerset í Onglandi. Síðan 2018 hevur hon virkað yrkisliga sum listafólk og hevur drúgvar royndir innan myndlistaøkið, bæði í Føroyum og í Onglandi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bókasavnið á Norð­oyastevnu
Árligi barna­fagnaðu­rin á skránni í dag
Sjúkra­húsverkið kunnaði um krabba­meinsát…
Annfinnur og Jóan Petur vitja Norðlysið
Lands­stýrið tikið lán á 900 mió. kr.
Handlikraftin á muni
Vælkomin í Norðoya Sparikassa á Norðoyas…
Elding Business letur nýggjan handil upp…
Nýggi sáttmálin við arbeiðarafeløgini
Kondibingo á Norð­oyastevnu
10 KÍ leikarar við kvinnu­landslið­num til…
Býráðsskráin 28. mai
ABC-samgongan, fiski­vinnan og spurningur…
Saman við Selberg undir Jøklinum
Anfinn & Co. - Norð­oyastevnu­konsert
Konsert í Soli Deo Gloria á Norð­oyastevn…
Norð­oyastevnu­konsertin hjá Klaksvíkar Ho…
Kjøt til norð­oyastevnu? 
Forkunnug og rørandi framsýning í Varpin…
Norð­oyastevna: Morgunmatur til setanina
Lýsing