Lýsing
Lýsing
Útigudstænasta í Kunoy 2. hvítusunnudag
Um viðrar, verður útigudstænasta niðri á lendingini í Kunoy 2. hvítusunnudag, mánadagin 25. mai, kl. 11.00.
Tað er vorðið siðvenja fleiri staðni kring landið at hava útigudstænastu, og hetta verður nú roynt sum ein felags gudstænasta fyri allar kirkjurnar í Norðoyggjum. Útigudstænastan verður í stóran mun sum ein vanlig gudstænasta, við smáum frávikum.
Marjun Lómaklett og Øssur Kjølbro verða prestar, og kirkjutænarar í Kunoy gera tænastu.
Sum veðurvánirnar ljóða nú, nakrar dagar áðrenn, skuldi veðrið verið hampiligt til eina løtu uttandura. Avbygdarfólk skulu vænta at ganga ein fittan tein frá bilinum.
Eftir gudstænastuna bjóðar kirkjuráðið í Kunoy suppu á staðnum.
Øll eru vælkomin til útigudstænastu.
Seinastu tíðindini