Lýsing
Lýsing
Seks umsóknir til starvið sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum
Umsóknarfreistin til starvið sum forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum er nú farin.
Heilsu- og orkumálaráðið hevur fingið seks umsóknir til starvið. Bæði kvinnur og menn eru millum umsøkjararnar.
Starvið fevnir bæði um ábyrgdina at standa á odda fyri føroyska sjúkrahúsverkinum og at vera sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum.
Heilsu- og orkumálaráðið fer nú undir tilgongdina at viðgera umsóknirnar.
Seinastu tíðindini