FBF sett royndan venjara til sandflogbóltin
Flogbóltssamband Føroya hevur sett ein sera royndan venjara til sandflogbóltin.
Talan er um danan Martin Olesen, sum frá 2019 til 2024 var danskur landsliðsvenjari í sandflogbólti. Í hesum tíðarskeiðinum vann hann millum annað EM gull við danska U18 landsliðnum við dreingjum og EM silvur við danska U22 landsliðnum við gentum. Við bæði gentum og dreingjum náddi Martin eitt 5. pláss við U19 liðunum til HM kappingina.
Sum leikari var Martin á danska sandflogbóltslandsliðnum. Her leikti hann við í tí, sum nú verður kallað Beach Pro Tour Futures og Volleyball World Beach Pro Tour. Í hesum sambandi komu hann og liðfelagið upp á top 50 á heimsstyrkilistanum.
Martin hevur eisini drúgvar royndir við innandura flogbólti, har hann í Danmark hevur vunnið fleiri meistaraheitir við Gentofte og sum venjari er hann tríggjar ferðir valdur til ársins venjara í Danmark.
Fremsta uppgávan hjá Martini verður at venja U18 og U20 landsliðini við gentum og dreingjum til undankappingarnar til EM. Hesar kappingarnar verða um miðjan juli og fyrst í august í Andorra og í Wales. Umframt hetta fer Martin at ráðgeva FBF, um hvussu sandflogbólturin í Føroyum skal mennast.
Sandflogbóltur verður við á Oyggjaleikunum í 2027 og tí hevur menningin av sandflogbóltinum sera stóran týdning fyri FBF.